Video: Altjóða Holocaust dagurin í Skúlanum við Streymin

Her ber til at síggja tiltakið frá Skúlanum við Streymin í samband við altjóða Holocaust- og onnur fólkadráp dagin

Sigurjón Einarsson
27. januar 2021 kl. 23:06

Í dag varð Dagurin fyri altjóða Holocaust- og onnur fólkadráp hildin. Dagurin er ein altjóða minningardagur, sum ST hevur ásett.

Tað er Nám og Amnesty, sum vegna Mentamálaráðið skipaði fyri degnum. Dagurin varð fyrstu ferð hildin í fjør, og gjørt var av, at innihaldið í degnum skal venda sær til skúlanæmingar, har Skúlin við Streymin var vertur fyri degnum.

Evnið í ár, var “Bosniadrápini” á Balkan.

Skráin bygdi á, at nógv fólk í Føroyum hava persónligt samband við fólk haðani, ella hava upplivingar frá krígnum í Bosnia, árini 1992 -1995.

Tað, sum ger evnið viðkomandi í samband við altjóða minnisdagin um fólkadráp, er, at í býnum Srebrenica vórðu útivið 8.000 bosniskir muslimskir menn og dreingir fyribeindir í einum hópdrápi, sum ein ST-dómstólur síðani hevur dømt at vera fólkamorð.

Her ber til at síggja tiltakið, ið varð hildið í Skúlanum við Streymin: