Video: Er farin úr Glasi fyri at satsa uppá tónleikin

Tina Mellemgaard er flutt til Danmarkar í sambandi við X-Factor kappingina og býr í løtuni á gistingarhúsi saman við hinum luttakarunum í donsku sjónvarpskappingini

Marjun Manuela Behrens
2. apríl 2022 kl. 13:42

Tað var spenningur í luftini, tá valið stóð millum Tinu Mellemgaard og Mille Bergholtz um at koma til finaluna í X-Factor. Tað eydnaðist hjá Tinu, og við hesum tryggjaði hon, at tveir føroyingar komu víðari í finaluna. Hetta er somuleiðis fyrstu ferð, at tveir føroyingar eru við í finaluni í X-Factor.

Tina Mellemgaard býr í løtuni í gistingarhúsi í Danmark saman við hinum X-Factor luttakarunum. Beint nú hugsavnar hon seg bara um tónleikin, og hetta ætlar hon eisini at gera eftir x-factor.

- Eg eri steðgað á Glasi fyri at hugsavna meg 100% um tónleikin, segði Tina Mellemgaard í gjár.

Vit fingu orðið á Tinu í gjár, tá X-Factor var av. Vit umbera vánaliga ljóðgóðsku: