Video: Føroyski Reiley almannakunnger nýtt videolag

Reiley, sum eitur Rani Petersen, hevur júst útgivið nýtt videolag

Sigurjón Einarsson
29. september 2021 kl. 13:17

Rani Petersen, við listanavninum Reiley, hevur ikki minni enn 11,1 milliónir fylgjarar á TikTok.

Í desember 2019 skrivaði hann undir sáttmála við stóra amerikanska plátufelagið Atlantic Records – uttan at hava givið nakað lag út áður.

Í mars í ár kom fyrsta staklagið "Let it Ring" út, og nú er ungi maðurin til reiðar við sínum næsta staklagið, sum nevnist “Superman”.

Til ber at hoyra nýggja staklagið hjá Reiley við at trýsta á leinkið (Se på YouTube):