Video: Framløgur frá Vísindavøkuni

Nú fer at bera til at síggja framløgur frá Vísindavøkuni 2020. Komandi 15 vikurnar verður ein framløga send hvørt týskvøld beint aftaná Dag & Viku

Sigurjón Einarsson
14. januar 2021 kl. 07:50

Týskvøldið 12. januar 2021 sendi Kringvarpið fyrstu framløguna frá Vísindavøkuni 2020.

Komandi 15 vikurnar verður ein framløga send hvørt týskvøld beint aftaná Dag & Viku.

Fyrsta sendingin var við framløguni hjá Heina í Skorini, adjunkti á Søgu- og Samfelagsdeildini á Fróðskaparsetrinum. Framløgan kallast "Fólkaræði og serfrøðingaveldi: Fólksligur hugburður til koronu og aðrar vísindaligar spurningar."

Allar framløgurnar fara at síggjast á evnissíðu hjá Kringvarpinum, har tann fyrsta framløgan er løgd út á kvf.fo

Tilfar frá Vísindavøkuni 2020 og undanfarnum tiltøkum eru á finna á netappini vísindavøka.fo