Video: Hæddarpunkt frá hondbóltsdystinum millum Russland og Føroyar

Talan gjørdist um ein truplan útidyst móti Russlandi í Moskva í gjárkvøldið. Úrslitið gjørdist 31-24 til Russlands. Her eru nøkur hæddarpunkt frá dystinum

Sigurjón Einarsson
29. apríl 2021 kl. 12:15

Føroyska liðið var heldur skert, tá tað fór á vøllin í gjár. Rókur Akralíð og Helgi Hoydal, sum vanliga mynda miðverjuna, vóru ikki við, og hartil vóru Kjartan Johansen og Elias á Skipagøtu, sum vanliga eru eyðsýndir í álopinum, heldur ikki við.

Leikararnir stóðu seg allíkavæl hampuliga væl í dystinum, serliga í seinna hálvleiki, sum bert var taptur við einum málið.

Føroyska liðið var væl við í dystinum at byrja við, men nøkur útfall í løtum í fyrra hálvleiki kostaðu fleiri mál, ið gjørdi tað, at Russland dró frá og fór til hálvleiks frammanfyri 16-10. Filip Jojic stóð seg væl í álopspartinum og skeyt fleiri góð mál, átta tilsamans. Eisini Pætur Mikkjalson á strikuni var tryggur við fýra málum uppá fýra møguleikar, skrivar hondbóltssambandið á heimasíðu sínari.

Í seinna hálvleiki gekk betri, meira ferð var á spælinum og dekkaði føroyska liðið til tíðir væl. Allan Norðberg kom inn á høgra vong og stóð seg væl, og kom Peter Krogh eisini ígongd við málskjótingina. Málverjin hjá russum hevði ein betri dag í dag enn okkara, sum fingu fatur á heldur fáum bóltum.

Hóast greitt tap, so sóu vit, at russiska liðið er til at hava við at gera, tí eru vónirnar, at tað verður ein tættari dystur sunnudagin á Hálsi. 

Málskjúttar hjá Føroyum: Filip Jojic 8, Pætur Mikkjalson 4, Peter Krogh 4, Sjúrður Olsen 2, Jónas Gunnarson Djurhuus 2, Allan Norðberg 2, Rói Berg Hansen 1, Vilhelm Poulsen 1. 

Næstu uppgávan verður Kekkia á heimavølli fríggjakvøldið klokkan 19.45. Og sunnudagin tekur føroyska landsliðið móti Russlandi á Hálsi. Tann dysturin byrjar klokkan 17.

Atgongumerki til dystirnar kunnu keypast á heimsíðuni hjá Hondbóltssamband Føroya.

Hæddarpunktini frá dystinum millum Russland og Føroyar síggjast her: