Video: Her er vinnarafilmurin í kappingini hjá Námi

”Neisøgni til vælvildu” gjørdist vinnarin í ár

Sigurjón Einarsson
7. desember 2021 kl. 23:21

T1A-flokkurin í Tekniska skúla í Klaksvík hevur arbeitt í trimum bólkum, sum hava gjørt hvør sín film til stuttfilmskappingina.

Ein fimmpersóna dómsnevnd hevði undir leiðslu av Árna Øregaard, formanni, gjørt av, at virðislønin skuldi fara óskerd til filmin "Neisøgni til vælvildu".

Høvuðsleikari í filminum er Nomi Petersen og upplesari er Magnus H. í Hjøllum.

Tey, sum hava skrivað tekstin í filminum eru Jákup E. í Løðu, Magnus H. í Hjøllum, Ida Thune, Nomi Petersen og Sugurð W. Johannesen, sum eisini hevur klipt.

Ida Thune, Magnus H. í Hjøllum og Sigurð W. Johannesen hava filmað.

Lærari er Magni Husgaard.

Her er vinnarafilmurin "Neisøgni til vælvildu":

Kelda: Nám