Video: Hevði ikki væntað at komið so langt í kappingini

Kári hevur verið ein sokallaður "underdog" í X-Factor kappingini, men aftur í gjár vísti hann, at tað hóast alt letur seg gera

Marjun Manuela Behrens
2. apríl 2022 kl. 15:10

- Tveir føroyingar fóru til upptøkuroynd, og tveir føroyingar eru í finaluni. Tað er ótrúliga stuttligt. Tað sigur Kári Fossdalsá, sum er ein av finalistunum í donsku sjónvarpskappingini X-Factor.

Kári Fossdalsá hevur fingið nakað av mótgongd frá dómaranum Thomas Blachman og frá donskum miðlum, men tað fær hann ikki at missa mótið.

- Eftir at hava verið niðast í hierarki'num, er tað stuttligt at kunna vísa á, at eg megni tað væl hóast alt, sigur Kári Fossdalsá í stuttari viðmerking.

Sí samrøðuna við Kára niðanfyri: