Video: Løgreglan veit ikki, hvør eigur brenda lastbilin

Løgreglan skal í dag tosa við fleiri vitnir fyri at vita, hví eldur kom í ein lastbil millum Gilja í gár. Ábendingar eru um, at talan er um dreingjalótir

Mynd: Regin Winther Poulsen
Steinar Patursson
2. mai 2022 kl. 14:21

Løgreglan veit framvegis ikki við vissu at siga, hvør orsøkin var, til at ein lastbilur í gjár kolaðist upp undir brúnni millum Gilja, men okkurt bendir á, at talan hevur verið um dreingjalótir.

Tað sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini, nú Dimmalætting ringir fyri at fáa eina dagføring.

Tað var í gjárkvøldið um 19 tíðina, at løgreglan fekk fráboðan um , at eldur var í einum lastbili millum Gilja. Løgreglan var fyrst á staðnum, men stutt eftir kom eisini sløkkiliðið á staðið og fekk sløkt eldin.

Løgreglufólkini, ið vóru fyrst á staðnum, gjørdu eina roynd at sløkkja eldin, áðrenn sløkkiliðið kom og fekk tamarhald á eldinum.

(Upptøkur: Regin Winther Poulsen)

Løgreglan hevur verið í sambandi við fólk, ið møguliga hava sæð okkurt, og vaktleiðarin fortelur, at fylgt verður upp upp á vitnisfrágreiðingar seinnapartin í dag.

Í gjár greiddi løgreglan frá fyri Dimmalætting, at arbeitt varð við tveimum søgum: onnur var um ein bil, ið koyrdi frá staðnum stutt eftir, at eldur var komin í lastbilin, og hin var um dreingjalótir.

Løgreglan heldur, at ábendingar eru um, at talan hevur verið um dreingjalótir.

(Upptøkur: Regin Winther Poulsen)

Løgreglan veit kortini ikki enn at siga, hvør eigur lastbilin, sum kolaðist upp. Og eftir øllum at døma hevur eigarin ikki verið eymur um lastbilin, tí á Facebook síðuni Mist of Funnið hava fólk víst á, at lastbilurin hevur staðið har undir brúnni í fleiri ár.

Lastbilurin hevði ikki plátur.