Video: Nøkur hæddarpunkt frá kjakinum millum Trump og Biden í nátt

Í nátt var seinasta sjónvarpskjak millum Donald Trump og Joe Biden. Her eru nøkur hæddarpunkt

Sigurjón Einarsson
23. oktober 2020 kl. 10:15

Republikanski forsetin og hansara demokratiska mótvalevni hittust fyri seinastu ferð til beinleiðis kjak innan forsetavalið tann 3. november.

Sjónvarpskjakið var meira siðiligt hesuferð, enn sjónvarpskjakið, ið vit til sóu fyri einum mánað síðani.

Triðja beinleiðis kjakið plagar fyri tað mesta at vera um uttanríkispolitikk, men evnini, sum kjakstýrarin, Kristen Welker, hevði valt at taka við, vóru til dømis: Hvussu koma vit COVID-19 til lívs, amerikanska familjan, rasuskilnaður í landinum, veðurlagsbroytingar, landsins trygd og leiðaraevni.

Áðrenn seinasta sjónvarpskjak í nátt var væntandi, at Trump fór at fara burtur frá leikritinum fyri kjakið og at fara eftir Biden viðvíkjandi soni hansara, Hunter Biden, og hansara handilsligu framferð uttanlands, har Trump-legan hevur róð framundir, at tey hava prógv fyri, at Hunter Biden hevur havt samband við russisku fregnartænastuna, men hóast komið var inn á hetta, so var ikki gjørt so nógv burturúr hesum, enn væntað varð frammanundan.

Her eru nøkur av hæddarpunktunum frá sjónvarpskjakinum (frá news.com.au):