Video: Svenski landsliðsvenjarin legði eftir fótbóltsserfrøðingi

Svøríki vann í gjárkvøldið 5-0 heima móti Aserbadjan, men í samrøðu eftir dystin gjørdist svenski landsliðsvenjarin so sintur inn á ein fótbóltsserfrøðing, at hann spurdi, hvørjum landi hann í veruleikanum heldur við

Viaplay-fótbóltsserfrøðingurin, Bojan Djordjic, og svenski landsliðsvenjarin, Janne Andersson, í hørðum orðadrátti eftir dystin millum Svøríki og Aserbadjan, ið svenskar vunnu 5-0 (Mynd: Skíggjamynd/Viaplay)
Sigurjón Einarsson
28. mars 2023 kl. 10:59

Hóast Svøríki vann 5-0 heima móti Aserbadjan í gjárkvøldið, so er tað samrøðan millum svenska landsliðsvenjaran, Janne Andersson, og Viaplay-serfrøðingin Bojan Djordjic, ið fór við yvirskriftunum eftir dystin.

Og tað er serliga ein viðmerking, sum bleiv rættað móti upprunanum hjá Djordic, sum hevur fingið nógv uppmerksemi í Svøríki og eisini í altjóða miðlum.

Harði orðadrátturin millum teir báðar byrjaði, tá Bojan Djordjic vildi hava at vita, hví vongspælarin Jesper Karlsson ikki hevur fingið meira spælitíð í tveimum teimum seinastu landsdystunum.

Landsliðsvenjarin spurdi hinvegin serfrøðingin, hvør ikki skal inn á liðið, um Jesper Karlsson skuldi vera annar vongspælarin, og legði eisini áherðslu á, at Jesper Karlsson hevur spælt væl seinastu tíðina, men hevur verið nógv skaddur seinastu tíðina.  

Men tá Djordjic nevnir fyri venjaranum, at hann kanska kundi spælt eina aðra spæliskipan, so er tolið hjá venjaranum uppi.

– Vit hava akkurát vunnið 5-0, og so skal eg verja meg, hví eg havi valt hesar fyrstu ellivu á liðnum? Halt uppat við tær, steðga nú, sigur landsliðsvenjarin við fótbóltsserfrøðingin.

Men tá Bojan Djordjic minnir Janne Andersson á, at landsliðsvenjarin umboðar tíggju milliónir fólk, spyr Andersson fótbóltsserfrøðingin, sum hevur serbiskar røtur, hvørjum hann heldur við.

– Svøríki, sjálvandi. Hví skuldi eg ikki tað? Hvørjum øðrum landi skuldi eg hildið við? Serbia? Er tað har vit eru?, svarar Djordjic.

Verturin roynir at fáa samrøðuna at handla um fótbólt aftur, men Janne Andersson, svenskur landsliðsvenjari hevur fingið nokk og takkar fyri seg.

Á tíðindafundinum vildu tíðindafólk hava at vita, hví landsliðsvenjarin sipaði til, at Djordjic ikki umboðar Svøríki.

– Nei, for fanin. Steðgið so. Nei, tað havi eg ikki gjørt, segði hann á tíðindafundinum eftir dystin.

Videobrot av samrøðuni sæst her (spola fram til 2:25, tá orðadrátturin millum fótbóltsserfrøðingin og svenska landsliðsvenjaran byrjar):

Og her er videobrot frá tíðindafundinum eftir dystin: