Vika sex er byrjað

Vika Sex hevur verið eitt afturvendandi átak í nøkur ár, har ljós hevur verið varpað á seksuel evni fyri at styrkja seksuella heilsu og trivnað

Redaktiónin
6. februar 2023 kl. 13:24

Aftur í ár fer felagið Kyn út á miðnámsskúlarnar at hava seksualundirvísing í sambandi við Viku Sex.

Hetta er fjórða árið á rað, at føroyskir miðnámsskúlanæmingar fáa undirvísing í evnum sum kroppur, kenslur, kynssjúkur, fyribyrging, mørk, rættindi o.a.

Undirvíst verður í Suðuroy, Vestmanna, Klaksvík, Tórshavn og á Kambsdali, og um 500 næmingar fáa undirvísing frá Kyn.

Í ár hevur Kyn valt at leggja størri dent á kynssjúkur, og hvussu tær kunnu fyribyrgjast.

Kynsjúkur eru mest millum ung, tølini fyri tilburðir av kynssjúkum eru høg, og avleiðingarnar kunnu vera álvarsamar. Men tað er lætt at fyribyrgja, um upplýsingin er nøktandi.

Skipað verður eisini fyri einum almennum tiltakið hóskvøldið 9. februar klokkan 19 í Perluni.

Evnið er fyribyrging og kynssjúkur.

Á skránni verður fyrilestur, úrslit av spurnarkanningini, sofaprát, søla av Kyn-taskum o.a.

Tiltakið er ókeypis, og øll eru hjartaliga vælkomin. Kaffi og køka verður at fáa.

Kyn er eitt politiskt og átrúnaðarligt óheft felag, ið bleiv stovnað í 2019 av Marini í Dali, lækna. Kyn hevur sum endamál at fremja seksualundirvísing, á ein læknavísindaliga grundaðan hátt, fyri at betra um trivnað og seksuella heilsu millum føroysk ung.