Vikutekningin hjá Jens Klæminti: Fiskimálaráðharrin og hummarafiskiskapurin

Hvørja viku teknar Jens Klæmint Jacobsen eina keiputekning til Dimmalætting, sum byggir á eitthvørt, sum sambært honum hevur myndað vikuna. Hesaferð er tað fiskimálaráðharrin, sum hevur broytt hummarakunngerðina, sum er í kikaranum

Sveinur Tróndarson
22. juni 2022 kl. 11:58

Tað er ikki hvørs mans føri bara soleiðis at verða tveittur inn í politikk, og tað verður neyvan einfaldari av at fáa Fiskimálaráðið at umsita. Tað hava tey allarflestu eina meining um og tey fæstu liggja á henni.

Hóast nýggjur í politikki, so hevur Árni Skaale, siðiligur sum hann er, roynt at gera tað sum hann skal, og ikki kann sigast annað enn, at tað verður ringt at finna nakran, sum hvat framtóning viðvíkur liggur so fjart frá undanmanni hansara í sessinum.

Tað merkir tó ikki, at hann sleppur undan viðmerkingum og tað slapp hann heldur ikki, tá hann fyri kortum kom við nýggjum ásetingum um hummarafiskiskapin.

Tað var tað, sum okkara frálíki keiputeknari, Jens Klæmint Jacobsen, fangaði í seinastu viku.