Vikutekningin hjá Jens Klæminti: Niels letur Føroya Arena frá sær

Hvørja viku teknar Jens Klæmint Jacobsen eina keiputekning til Dimmalætting, sum byggir á eitthvørt, sum sambært honum hevur myndað vikuna. Hesaferð snýr hon seg um Føroya Arena, sum býráðið í Havn hevur samtykt at byggja, nú nevndin hevur funnið íleggjarar

Sveinur Tróndarson
2. juli 2022 kl. 13:11

Niels Mortensen handar - kanska Tórshavnar kommunu - nýggju Føroya Arena.

Tað er nøkulunda soleiðis, at keiputeknari okkara, Jens Klæmint Jacobsen, sær støðuna.

Niels Mortensen var ein av trimum vinnulívsmonnum, hinir báðir vóru Tummas Justinussen og Jón Sigurdsson, sum játtaðu at fara upp í ein arbeiðsbólk, sum skuldi finna teir pengarnar, sum kommunan ikki kundi koma við. Umframt teir tríggjar vóru eisini Dennis Holm og Jógvan Emil Nielsen í arbeiðsbólkinum.

Fyrr í vikuni var greitt, at arbeiðsbólkurin hevði rokkið sínum setningi, tá hann hevði útvegað pening, so samlaði byggikostnaðurin er fingin til vega. Betri grunnurin og A. P. Møller grunnurin koma við hvør sínum 25 milliónum krónum, landskassin og danski statskassin við 30 milliónum og Tórshavnar kommuna við restini.

Vit lata myndina, sum okkara frálíki keiputeknari, hevur teknað, tala fyri seg sjálva.