Viljormur: Eg var avkláraður og visti hvar eg skuldi skjóta

Ljóðsamrøða: Vinstri bakkurin á landsliðnum, Viljormur Davidsen, var ikki í iva, hvar hann skuldi skjóta brotssparkið í dag. Hann er glaður fyri, at føroyska landsliðið vísti fyri Føroya fólki, at tað ber væl til at vinna dystir

Viljormur Davidsen kann nú rokna seg sum fastan brotssparksskjútta á føroyska landsliðnum. Hann javnaði í dag til 1-1 upp á brotsspark móti Litava (Mynd: Bjarni Enghamar/fsf.fo)
Sigurjón Einarsson, Tórsvøllur
11. juni 2022 kl. 22:16

Viljormur Davidsen hevur víst seg at vera ein tryggur brotssparksskjútti, og tað sást aftur í dag, tá hann var settur at skjóta brotssparkið, sum føroyingar fingu, eftir at Klæmint A. Olsen varð hálaður niður í litaviska brotsteiginum. Hóast tað gekk ein løta, áðrenn brotssparkið kundi takast, so var Viljormur, sum eisini var liðformaður í dystinum, ikki í iva, hvar hann skuldi skjóta.

Vinstra beinti runavíkingurin var glaður fyri, at landsliðið í dag kundi vísa Føroya fólki, at tað ber til at vinna dystir.

Nakrir skaðar og leikbann eru í hópinum, men Viljormur væntar, at tað kriplar hjá nógvum leikarum, sum kanska ikki hava fingið so nógva spælitíð enn, at gera tað gott í seinasta dystinum í hesum umfarinum, tá Luksemborg og Føroyar spæla dyst týskvøldið.

Hoyr samrøðuna við Viljorm Davidsen her:  

Leys Størv