Viljormur: – Nú kenna vit luksemborgska liðið betur

– Sleppa vit hondbremsuni eitt sindur, so kunnu vit gott, sigur Viljormur Davdisen. Fyrireikingarnar til dystin móti Luksemborg eru fult í gongd. Vinstri bakkurin sigur, at við tí vitanini føroyska liðið nú hevur til luksemborgska liðið umframt at hyggja eftir, hvussu Turkaland spældi móti Luksemborg, so fer føroyska liðið at gera sítt til fyri at fáa eitt gott úrslit týskvøldið

(Mynd: Bjarni Enghamar/fsf.fo)
Kristian Waag Dam og Sigurjón Einarsson
12. juni 2022 kl. 23:52

Føroyska landsliðið hevur seinastu dagarnar spælt tríggjar dystir og tann síðsti er fyri framman. Viljormur Davidsen telist millum teir leikarar á landsliðnum, ið hevur leikt allar dystirnar. Afturat tí, so skoraði vinstri bakkurin eisini útjavnandi málið ímóti Litava leygarkvøldið.

Dimmalætting er við á landsliðsferðini hjá Føroyum og vit fingu eitt prát við føroyska vinstrabakkin, sum til dagliga spælir við Helsingborg í Svøríki, í gistingarhúsinum í Luksemborg.

– Vit sóu eisini í seinasta dystinum móti Luksemborg, at við nýggju monnum, so kunnu vit leggja trýst á teir, tá vit sleppa hondbremsuni og missa eitt sindur av respekt fyri mótstøðuliðnum, so kunnu vit gott, sigur Viljormur Davidsen í samrøðu við Dimmalætting.

Tað ber til at hoyra alla samrøðuna við Viljorm beint niðanfyri.

Leys Størv