Vinnarar á Ítrótta-Fagnaðinum 2022

Leygarkvøldið 04. februar var Norðurlandahúsið karmur um Ítrótta FAGNAÐIN, sum ÍSF skipaði fyri á fimta sinni. Tey, ið vórðu tilnevnd og heiðrað, eru bæði úrmælingar innan sína ítróttargrein, og fólk, ið eru savnandi og mennandi fyri lokala ítróttarlívið.

Dimma.fo
5. februar 2023 kl. 23:46

Fimm heiðurslønir vórðu lætnar, umframt Heiðursskjal Poul E. Petersen.

ÍtróttaNAVNIÐ 2022 er Hákun West á Teigum, ið hevur havt eitt framúr kappingar ár, bæði á føroyska hondbóltslandsliðnum og við felagi sínum Skanderborg í bestu donsku deildini. Evnaríkið Hoyvíksingurin hevur eisini nýliga, skriva undir sáttmála við eitt av teimum bestu liðunum í Týsklandi

Hini tilnevndu vóru Knút Lutzen og Kvinnuliðið hjá H71.

STJØRNUSKOTIÐ 2022 gjørdist Óli Mittún – hann vann greipuna fyri H71, spældi sínar fyrstu A-landsdystir og umboðaði Føroyar í bæði U18 og U20 EM-endaspølum.

Óli var kosin besti spælarin í U18 EM kappingini, og harafturat kom skrivaði hann undir sáttmála við svenska stórfelagið Savehof

Hini tilnevndu vóru Jónas Gunnleivsson Isaksen og Ragnheiður Ólafsdóttir Dam

FYRIMYNDIN 2022 er Jógvan K. Glerfoss í Bragdinum - hann brúkar sera stóran part av síni frítíð til ítróttin og venjingar, eins og hann setur seg inn í servenjingar av ymsum slag.

Hann leggur serliga nógva orku í tey ungu, sum við honum sum venjara røkka úrslitum, sum kunnumetast við tey í grannalondum okkara.

Saman við Jógvani vóru Róland Toftum og Hanna Erlingsdóttir Olsen, tilnevnd.

ÍtróttaÁTAKIÐ 2022 er Special Olympics fótbóltsliðið hjá HB.

Hvørja viku er skipað venjing fyri vaksin við menningartarni í HB. Talan er um átak, sum styrkir og víðkar felagsskapin, soleiðis at vaksin við menningartarni eisini eruvirkin partur av fótbóltsfamiljuni.

Í oktober vóru dreingirnir í  smálandakapping í Liktinstein, og vunnu teir B-bólkin.

Í uppskoti til besta ítróttaátak vóru eisini “Heldur eitt ringhorn enn eitt gøtuhorn” hjá Tórshavn Boksing og Felagsliði hjá fimleikafelagnum Støkk.

ÍtróttaFELAGSSKAPURIN 2022 er Fótbóltsfelagið Víkingur – felagið hevur seinastu árini sett sær stór mál og satsað uppá egið tilfeingi. Eisini er stórur dentur lagdur á breiddina, har felagsskapurin verður dyrkaður. Hetta hevur við sær, at Víkingur er tað felagið, sum hevur flestar spælarar skrásettar samanborið við fólkatalið.

Í uppskoti til ÍtróttaFELAGSSKAPIN 2022 vóru eisini H71 og Royn.

Heiðursskjal Poul E. Petersen varð latið Hansinu á Plógv fyri sítt ótroyttiliga, sjálvbodna arbeiði fyri róðrarfelagið í Sandavági. 

Í grundgevingini stóð m.a at Hansina hevur mong ár á baki í róðrardeildini í Sandavági. Bæði sum róðrarfólk, venjari, nevndarfólk og seinastu 35 árini sum forkvinna. 

Og hóast hon er vorðin 70 ár, so er hon enn virkin í felagnum. So seint sum síðsta summar sat hon sum róðurskvinna á fleiri stevnum. 

Ungdómsítróttur í smærri bygdunum kann vera trupul, tí tey ungu mangan leita sær av bygdini millum annað í lestrarørindum. Men Hansina hevur altíð lagt nógva orku í at gera róðrarumstøðurnar góðar sum møguligt, soleiðis at tey ungu framhaldandi tíma og vilja rógvingina. 

Hon hevur verið við til at bygt neystið, og so hevur hon lagt nógva orku í at manna barnaróðrarbátarnar og framhaldandi stimbra og menna rógvararnar. 

Endamálið við at lata heiðursskjal Poul E. Petersen er at heiðra eldsálir í føroyskum ítrótti, og fyri heiðurin fekk Hansina á Plógv gullnál ÍSF.

Allir vinnararnir fingu steyp, skreytblað og blómur. Hartil fingu tey, sum vunnu ÁTAKIÐ og FELAGSSKAPIN 15.000 kr í part.

NAVNIÐ, STJØRNUSKOTIÐ og FYRIMYNDIN fingu 5.000 kr í part.

Høvuðsstuðar hjá ÍtrottaFAGNAÐINUM vóru:

Poul Hansen, Tórshavnar Kommuna, Varðin Pelagic, Smyril Line, SMS og Atlantic Airways.