Vinnur B36 móti Viborg, so bíðar West Ham

Teir hvítu úr Havn kunnu møta Premier League-liðnum, West Ham, vinnur felagið torføra dystin móti Viborg. Vinnur KÍ móti Ballkani úr Kosovu, so skal KÍ møta taparanum av dystinum millum Shamrock Rovers og FC Shkupi úr Norðurmakedonia

(Mynd: Bjarni Enghamar)
Sigurjón Einarsson
2. august 2022 kl. 13:58

Í dag hevur lutakast verið til playoff-dystirnar í Conference League, og tað var, sæð við føroyskum eygum, eitt áhugavert lutakast.

B36 skal spæla tveir dystir móti Viborg, men skuldi tað ótrúliga hent, at B36 kom víðari, so bíðar The Hammers úr London, West Ham, í playoff-dystinum til bólkaspælið til Conference League.

KÍ fekk eisini eitt gott lutakast. KÍ kundi hitt Slovan Bratislava, sum kundi blivið ein áhugaverdur dystur – serliga tá hugsað verður um dystin í august í 2020, ið ongantíð varð leiktur – men ístaðin skal KÍ møta møta taparanum av dystinum millum írska Shamrock Rovers og FC Shkupi úr Norðurmakedonia, um KÍ vinnur seg víðari í dystunum báðum móti FC Ballkani úr Kosovo.

Fyrru dystirnar verða leiktir tann 18. August og returdystirnir tann 25. August – um altso B36 og KÍ vinna seg víðari og ikki skulu leika á Tórsvølli sama dag.