"Virkin oktober" til arbeiðspláss

Í fjør skipaði Fólkaheilsuráðið fyri átøkunum “Virkin januar” og “Virkin oktober” fyri fyrstu ferð. Vit byrjaðu árið 2022 við at endurtaka Virkin Januar, og nú er tíðin so komin til oktober, har vit ætla at fáa ymisk arbeiðspláss at vera virkin saman við okkum í oktober

Tíðindaskriv frá Fólkaheilsuráðnum
1. oktober 2022 kl. 19:40

"Virkin oktober" og "Virkin januar" eru partar av verkætlanini ABC fyri sálarliga heilsu, ið snýr seg um at styrkja og fremja sálarligu heilsuna hjá øllum íbúgvum í Føroyum.

Fólk, sum í stóran mun eru virkin, hava í størri mun kenslu av vælveru og betri sálarligari heilsu, enn tey, sum ikki eru virkin. Við átakinum virkin oktober eggja vit einstaklingum, dagstovnum, skúlum, ellisheimum, feløgum, arbeiðsplássum og øðrum stovnum at taka lut í átakinum í oktober, og soleiðis gera okkurt gott fyri sálarligu heilsuna hjá bæði sær sjálvum og øðrum.

"Virkin oktober" er ein álmanakki fyri oktober. Hvønn dag í mánaðinum vísir álmanakkin á, hvussu ber til at vera virkin uppá ymiskar mátar, ið hava jaliga ávirkan á sálarligu heilsuna. At vera virkin snýr seg bæði um at vera virkin kropsliga, sosialt, sálarliga og andaliga. Til ber at fylgja uppskotinum hvønn dag ella bert at fáa íblástur til virksemi, ið gevur tí einstaka størri kenslu av meining. Álmanakkin kann eisini brúkast til at skapa tilvit um, hvat virksemi ein longu ger í gerandisdegnum, sum er gott fyri sálarligu heilsuna og hvat ein kann raðfesta eitt sindur meira.

Vit vóna, at ymisk arbeiðspláss í Føroyum hava hug til at vera partur av átakinum. Eitt nú ber til at heingja álmanakkan upp í felagsøkjum hjá starvsfólkum, práta við starvsfólk um álmanakkan og endamálið við átakinum, eggja til at starvsfólk í felag eru virkin í oktober ella at fylgja álmanakkanum, hvør í sínum lag. ABC vikan er eisini í oktober í viku 40 og tá ber til at brúka Virkin oktober saman við øðrum átøkum til at varpa ljós á sálarliga heilsu.

Skráin fyri ABC vikuna sæst her.

Vit hava tríggjar álmanakkar; ein til børn, ein til ung og ein til vaksin. Uppskotini minna um hvørt annað í øllum, men málburðurin og uppskotini eru rættaði til aldurin. Møguleiki er eisini fyri at fáa ABC krabbagággur frá Fólkaheilsuráðnum, sum er eitt gott amboð til at fáa starvsfólk at hugleiða um sálarliga heilsu á ein stuttligan hátt. Til ber at prenta krabbagággurnar her og tað ber eisini til at venda sær til Fólkaheilsuráðið og fáa eintøk, ið longu eru prentað.

Tit finna "Virkin oktober" álmanakkarnar á heimasíðuni her

Tit kunnu lesa tíðindaskrivið um átakið her

Fyri tey, sum brúka Instagram, hava vit eisini eina kapping: Vís okkum á Instagram, hvussu tú ert virkin í oktober við at leggja eina mynd sum uppslag út á tín profil (ikki sum "story") og nýt: #virkinoktober2022 og #abcfyrisálarligaheilsu og fylg “Folkaheilsuradid”. So ert tú við í lutakastinum um tvær nætur í einum av smáttunum hjá "Múlafossur Cottages" í Gásadali fyri fýra til seks fólk. Virðið er 4.500 krónur.

Endamálið við kappingini er at geva øðrum íblástur til at vera virkin í oktober. Vit finna ein tilvildarligan vinnara millum øll uppsløgini á Instagram 1. november 2022.

Tað ber til at fylgja við hesum átøkum á Facebooksíðuni: “ABC fyri sálarliga heilsu” og á Instagramsíðuni “Folkaheilsuradid”.

Góðan virknan oktober og góða ABC viku!

Vinaliga

Fólkaheilsuráðið