Vísa øllum atfinningunum frá læknunum aftur

Tað er ósemja ímillum læknar og Heilsumálaráðið um, hvør skal hava heimild at koppseta fólk

Áki Bertholdsen
3. februar 2025 kl. 12:52

Sum vit skrivaðu fyrr í morgun, er ætlanin at seta eina skipan í verk, sum fer at gera tað lættari hjá fólki ar verða koppsett.

Í tí sambandi skulu apotekini kunna seta heilsustarvsfólk í starv, so at fólk eisini kunnu fara á apotekið at verða koppsett, umframt tey eisini kunnu verða koppasett hjá kommunulæknanum.

Hesum tekur Læknafelag Føroya ikki undir við. Tey hava fleiri atfinningar ímóti hesi ætlanini, men í Heilsumálaráðnum vísa tey øllum atfinningunum frá læknunum, aftur.

Læknafelagið ásannar, at tað er rætt, at atkoma til koppsetingarstað hevur týdning fyri, hvussu nógv fólk lata seg koppseta.

Læknafelagið vísir tó á, at hetta er ikki ein trupulleiki í Føroyum, har 36 kommulæknar eru um alt landið, sum hava staðið fyri at koppseta føroyingar í áratíggjur.

Læknafelagið metir, at hetta hevur virkað væl, tí tey flestu fólk fáa tíð til koppseting tann dagin tey vilja. Og hjá summum kommunulæknum ber eisini til at koma beint inn av gøtuni til koppseting, uttan at biðja um tíð frammanundan.

Fleiri kommunulæknar hava havt opið eftir arbeiðstíð til koppsetingar, men tað hevur ikki verið nakar serligur eftirspurningur eftir hesum.

Í Heilsumálaráðnum eru tey ikki samd í, at skipanin riggar so væl, sum Læknafelagið vil vera við. Tey vísa á, at aloftast hava kommunulæknar viðtalur um dagin, tá ið tey flestu eru til arbeiðis.

– Sambært Landsfelag Pensjónista er hetta ein trupulleiki, tí fleiri eldri hava tørv á at hava fólk - ofta avvarðandi – at koma við sær til koppsetingina, sigur Heilsumálaráðið.

– Tey avvarðandi mugu fara úr arbeiði í sambandi við hetta. Landsfelagið sigur, at tað eru fleiri eldri, sum ikki lata seg koppseta, tí tey vilja ikki, at avvarðandi skulu missa arbeiðstíð ella løn.

Harafturat riggar skipanin við koppsetingum á ellis- og røktarheimum ikki eftir ætlan. Tað gongur ov long tíð, frá tí at tann fyrsti læknin kemur á staðið at koppseta, til tey seinastu eru koppsett, sigur Heilsumálaráðið.

– Í summum førum fara læknar ikki á ellis- og røktarheim at koppseta. Avleiðingin er, at sleppa búfólk ikki til kommunulæknan, kanska tí at tey eru rørslutarnað, verða tey heldur ikki koppsett.

Heilsumálaráðið vísir harafturat á, at tøl frá Heilsutrygd vísa, at í 2022 vóru bara helvtin, ella 51 prosent, av pensónistunum, koppsettir fyri influensu.

– Hetta liggur væl undir málinum hjá Heimsheilsustovninum, WHO, og Evropasamveldinum, ES, sum er 75 prosent av fólki í vandabólkinum, skulu verða koppsett.

 Læknafelagið vísir harumframt á, at í Danmark hava apotekini og koppsetingarmiðstøðir koppsett fyri influensu og koronu, men royndirnar vísa, at tað eru færri sum eru koppsett enn vanligt.

Hesum vísir Heilsustýrið aftur, tí tey siga, at tølini vísa, at 77 prosent av dønum yvir 65 ár, eru koppsettir fyri koronu og influensu.

– Á ellisheimum í Danmark eru 86 prosent koppsett fyri koronu og influensu.

Læknafelagið stúrir fyri, at serliga tey veikastu líða undir hesum. Her hugsa tey um tey elstu og tey við kronisku sjúkunum, sum føla seg trygg við sín egna lækna heldur enn at fara á eitt eitt apotek, sum kann vera langt vekk.

Men Heilsumálaráðið sigur, eingin missur møguleikan at fara til sín egna lækna, at lata seg koppseta.

– Uppskotið hevur við sær, at til ber at at lata seg koppseta hjá egnum lækna, ella á apoteki. Læknafelagið vísir eisini á, at ein annar trupulleiki við at koppseta á apotekum er, at uttan lækna á staðnum kann ráðgeving ikki veitast um koppseting, eitt nú um ivamál eru um, antin fólk tola koppingarevnið.

Tað ber heldur ikki til hjá øðrum, enn tí fasta læknanum at gera av um fólk, sum eru yngri, eiga at lata seg koppseta.

Ein annar meira álvarsligur spurningur er, hvussu apotekini ætla at skipa tilbúgvingina, skuldi tað hent at fólk verða brádliga sjúk av koppsetingini og hava brúk fyri bráðneyðugari hjálp.

Men Heilsuverkið sigur, at apotekini loystu hesa støðuna væl tá ið tey koppsettu fyri koronu.

– Skeiðið sum tey skulu koppseta á apotekum, skulu á, fevnir eisini um undirvísing í, hvussu tey skulu gera í slíkum førum, siga tey í heilsumálaráðnum.