Vísindavøka á ferð í Klaksvík

Tríggjar framløgur verða í Klaksvíkar Bókasavni í kvøld

gransking.fo
13. september 2022 kl. 09:56

Í kvøld klokkan 19 verður Vísindavøka á ferð á Klaksvíkar Bókasavni.

Her vera tríggjar framløgur, har hvør framløga varar umleið 20 minuttir.

Framløgurnar verða hesar:

Føroyska orkuskipanin broytir skap
Meinhard Eliasen, Umhvørvisstovan

Umsiting av pelagiskum fiskastovnum í landnyrðings-Atlantshavi eftir Brexit
Zvonko Mrdalo, Søgu- og samfelagsdeildin, Fróðskaparsetrið

Hvat kunnu makrelegg brúkast til?
Sólvá Káradóttir Eliasen, Havstovan

Vísindavøka á ferð kring landið
Í ár verður Vísindavøkan á ferð kring landið í tíðarskeiðinum 12. til 19. september. Talan er um fimm tiltøk, í Havn, í Klaksvík, í Sørvági, á Sandi, og í hovi. Hesi verða øll skipað eftir sama leisti.

Á hvørjum tiltaki verða tríggjar framløgur, umleið 20 minuttir hvør, við granskarum frá ymsum stovnunum. 

Skráin sæst á gransking.fo https://www.gransking.fo/fo/tilfeingi/visindavoka/visindavoka-2022/visindavoka-a-ferd-2022/   

Øll tiltøkini eru almenn og ókeypis.

Kelda: gransking.fo