

Í gjár var ein útlendingur dømdur í Føroya rætti fyri hvítvask. Hann fekk tríggjar mánaða fongsulsresving. Men revsingin var treytað og tað merkir, at hann ger hann einki annað revsivert í Føroyum, sleppur hann frá at sita.
Men samstundis varð hann vístur av landinumi í trý ár og sleppur sostatt ikki higar aftur fyrr enn í 2026.
Hann varð tikin á flogvøllinum í Vágum sunnudagin, tá ið hann ætlaði sær av landinum.
Men tey fingu illgruna til mannin og tá ið hann varð kannaður, hevði hann 50.000 krónur uppi á sær.
Hann vildi ikki siga, hvaðani hann hevði pengarnar og sostatt kundi hann heldur ikki prógva, at hann hevði fingið teir upp á lógligan máta.
Tí varð hann tikin og ákærdur fyri hvítvask - og dómurin fall longu í gjár.