

Tað ber ikki til at siga, hvat tað hevði kostað at tryggja øllum foreldrum eina minstuløn at liva av, ímeðan tey eru í barnsburðarfarloyvi.
Tað sigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í almannamálum.
Steffan Klein Poulsen, løgtingsmaður fyri Miðflokkin, hevur spur thana, hvat hon hevði sagt til at havt eina skipan uttanfyri barsilsskipanina, og sum tryggjar øllum foreldrum eina minstuløn at liva av ímeðan tey eru í barsilsskipanini.
Hann nevnir eina upphædd upp á 5.000 -15.000 krónur um mánaðin, sum tey so fáa so leingi tey eru í barnsburðarfarloyvi. Hann heldur, at hetta kann forða fyri, at kvinnur fáa fosturtøku av fíggjarligum ávum.
Sirið Stenberg sigur, at tey flestu, sum fáa børn í Føroyum, fáa gjald úr barsilsskipanini. Gjaldið úr barsilsskipanini eru treytað av, at viðkomandi hevur havt inntøku frammanunda. Men tey, sum fáa børn ímeðan tey eru lesandi, og ikki hava havt eina inntøku frammanundan, fáa lestrarstuðul og barnastuðul frá studna.
Í Føroyum hava vit eina lóg um almannatrygd, sum loftar teimum, ið detta niðurímillum og sum ikki hava nakað at liva av í sambandi við barnsburð.
Tey kunnu fáa fyribils uppihaldsveiting. Veitingin verður veitt líka leingi sum barnsburðarfarloyvi er eftir lógini um barsilsskipan og hon er 17.252 krónur til støk, ið búgva einsamøll, og 13.418 krónur til tey, sum búgva saman við øðrum vaksnum fólki - men tað er ikki skattafrítt.
Veitingin verður eisini veitt sum eitt ískoyti til tey, sum fáa eina serliga lága veiting frá barsilsskipanini ella, sum ískoyti til lesandi í barsilsfarloyvi.
Útreiðslurnar hjá landskassanum til fyribils uppihaldsveiting vegna barnsburð, hava verið umleið 3,5 milliónir um árið í 2021 og 2022.
Harumframt eru eisini aðrar veitingar, sum foreldur kunnu hava rætt til, so sum familjuískoyti, barnaískoyti til stakar uppihaldarar, barnafrádráttur.
Ein treyt er eisini, at tey, sum søkja, skulu ikki eiga meiri enn 30.000 krónur á bók, annars fáa tey ikki fyribils uppihaldspening.
Landsstýriskvinnan heldur ikki at tað er neyðugt at gera eina sosiala skipan afturat til at tryggja øllum foreldrum eina minstuløn.
Sirið Stenberg sigur eisini, at tað ber ikki til henni at meta, hvat tað hevði kostnað at tryggja øllum eina minstuløn. Fyri at meta um tað, er neyðugt at kenna talið á fólki sum hava eina inntøku, sum er undir einum ávísum marki, og tað eru upplýsingar, sum Almannaverkið ikki hevur atgongd til.
Niðanfyri eru nøkur hagtøl um barsilsveitingar:
Børn fødd
2021: 683
2022: 631
Tal á mammum sum fingu gjald úr barsilsskipanini
2021: 644
2022: 578
Tal á mammum, sum fingu fyribils uppihaldsveiting
2021: 71
2022: 61
Sirið Stenberg sigur, at tað ber ikki til at siga, hvussu nógv í barsilsskipanini hava eina inntøku, sum er lægri undir 15.000 krónur um mánaðin.