Vitjanin hjá Nancy Pelosi í Taivan er av

Talan hevur verið um eina ógvuliga umstrídda almenna vitjan, men longu nú er hon av. Á middegi í dag steig Nancy Pelosi í flogfar í høvuðsstaðnum í Taivan, Taipei, og er hon nú ikki longur á oynni

Her sæst Nancy Pelosi stutt eftir, at hon er lend. Í Taivan vitjaði Nancy Pelosi millum annað forsetan í Taivan, Tsai Ing-Wen. (Mynd: EPA-EFE).
Kristian Waag Dam
3. august 2022 kl. 15:18

Vitjanin hjá forkvinnuni í amerikanska umboðsmannatinginum, Nancy Pelosi, í Taivan, er av. Hetta sást á myndum frá flogflogvøllinum í taivanska høvuðsstaðnum, Taipai, í dag. Hesum boðar tíðindamiðilin Reuters frá.

Hóast talan hevur verið um ein stuttan túr, so hevur hann verið nógv umstríddur. Kina ráddi Nancy Pelosi frá at fara til Taivan, men hon tók ikki ráðini til sín, og lendi í Taivan í gjár klokkan 15:44 føroyska tíð. Kinesiska uttanríkisráðið hevur sambært Reuters sagt, at Nancy Pelosi “spælir við eld”, og at vitjanin kann fáa avleiðingar.

Í eini almennari kunngerð frá Kina, fordømir Kina vitjanina hjá 82 ára gomlu Nancy Pelosi í Taivan. Eisini verður heitt á USA, um at halda uppat við at blanda seg uppí innanríkis kinesiskan politikk, og um “ikki at ganga víðari á tí skeiva og vandamikla vegnum”.

Í gjár visti Reuters eisini at siga, at kinesisk stríðsflogfør hava verið á flog í økinum millum Kina og Taivan. Hetta verður sæð sum ein kinesisk provokatión móti Taivan og vitjanini hjá Nancy Pelosi.

Amerikanska stjórnin hevur boðað frá, at Nancy Pelosi var í Taivan av fríum vilja, og at vitjanin ikki er eitt tekin uppá, at USA viðurkennir Taivan sum sjálvstøðuga tjóð.

Kina virðir ikki Taivan sum sjálvstøðuga tjóð og sær oynna sum ein part av Kina, ið hevur slitið seg leysan, men sum í framtíðini aftur skal gerast partur av Kina.

Tað merkist eisini í Taivan, at Kinesararnir ikki eru glaðir fyri amerikansku vitjanini í Taivan, millum annað byrjar stór kinesisk hernaðarlig venjing í økinum rundanum Taivan-oynna í morgin.

Í nátt hevur Kina sambært Reuters eisini boðað frá, at Kina heldur uppat við at innflyta sitrusfruktir og tvey sløg av fiski úr Taivan.

Taivan liggur 150 kilometrar frá landsynnings Kina og har eru áleið 23 milliónir íbúgvar á oynni.