Vónin við stórum avlopi

Sjóvinnublaðið: Tað hevur gingið stútt og støðugt framá, síðan íslendska Hampiðjan keypti partapeningin í Vónin-samtakinum. Úrslitið fyri skatt er tvífaldað síðan 2016 og seinastu trý árini hevur avlopið verið hægri enn hálvthundrað milliónir krónur. Í fjør var tað upp á snøggar 52 milliónir krónur fyri skatt

Sveinur Tróndarson
22. juni 2022 kl. 07:50

Tað hevur bara gingið ein veg, síðan partafelagið Von, sum er móðurfelagið í Vónin-samtakinum, í 2016 fekk íslendskar eigarar.

Roknskapurin fyri tað árið, tá íslendska samtakið Hampiðjan keypti partapeninginum í føroyska trolfelagnum fyri 333 milliónir krónur, vísti eitt avlop fyri skatt upp á slakar 26 milliónir krónur, men tað hevur gingið upp aftur nógv betri síðan tá.

Sambært Vinnuvitan.biz hava tølini hjá føroyska partinum av íslendska samtakinum bara peika ein veg síðan tá og tað er beint uppeftir. Ikki soleiðis at skilja, at úrslitini eru batnað hvørt ár, men avlopið nú er gott og væl tvær ferðir avlopið í 2016.

Føroyska felagið dregur upp
Partafelagið Von eigur trý feløg, har av tað føroyska felagið er nógv tað størsta.

Pf. Vónin hevur eina eginogn upp á 238 milliónir krónur við árslok í fjør, meðan norska dóttirfelagið Vónin Refa hevði eina eginogn upp á 84 milliónir krónur og litaviska dótturfelagið Vónin Lithuania slakar 23 milliónir krónur.

Tá hugt verður eftir sjálvum rakstrinum er tað eisini føroyska felagið, sum spaðar mest til avlopið, tí av teimum 56 milliónunum, sum avlopið var í fjør, komu 39 milliónir krónur frá pf. Vónini.

Norska dóttirfelagið hevði eitt avlop uppá 12 milliónir danskar krónur og litaviska felagið eitt avlop upp á fimm milliónir krónur.

Verður hugt eftir umsetninginum, so er samlaði umsetningurin í samtakinum slakar 535 milliónir krónur, og enn einaferð er tað føroyska felagið, sum kemur við meginpartinum. Samlaði parturin av umsetninginum, sum kom frá Vónini í Føroyum var uppá slakar 300 milliónir krónur, vísa roknskapirnir hjá samtakinum, sum kunnu lesast hjá Vinnuvitan.biz.

Tveir triðingar uttanlands
Sjálvt um tað er tann føroyski parturin av samtakinum, sum umsetur mest, so merkir hetta ikki beinleiðis, at alt verður selt til føroysk reiðarí.

Tey, sum ferðast í antin Fuglafirði ella í Havn, vita, at at tað ofta liggja útlendsk skip uttanfyri Vónina, og tað er heldur ikki uttan orsøk.

Tí sambært felagnum sjálvum fara tveir triðingar av søluni hjá samtakinum av landinum. Tað vil í stuttum siga, at næstan 360 milliónir krónur er søla uttanlands.

Eitt annað áhugavert við tølunum hjá samtakinum er, at alivinnan fyllir ein alsamt størri part í umsetninginum. Í fjør var meira enn ein triðingur av søluni til alivinnuna, og samtakið væntar at hesi tølini fara at økjast enn meira.

Í sambandi við, at roknskapurin fyri 2021 er gjørdur liðugur, hevur samtakið sent út eitt tíðindaskriv, og har stendur at lesa, at sølan av alinótum og fortoyningum til skotsku alivinnuna er vaksin støðugt síðan 2012, og serliga tey seinastu árini.

Hetta hevur havt við sær, at Vónin nú hevur stovnað eitt dótturfelag í Skotlandi og ætlanir eru í næstum at byggja eina tænastustøð í Skotlandi. Henda støðin skal eftir ætlan takast í nýtslu við ársenda í 2023.-

Altjóða fyritøka
Tað er eingin loyna, at Vónin er ein altjóða fyritøka.

Hetta sæst millum annað best við, at samtakið, umframt í Føroyum, eisini hevur deildir í Kanada, Grønlandi, Danmark, Norra, Litava og nú eisini í Skotlandi.

Her á landi hevur fyritøkan tríggjar deildir, eina deild til uppsjóvarvinnuna í Fuglafirði, eina deild til botn- og rækjutrolsvinnuna í Tórshavn og eina deild til alivinnuna við Norðskála.

Henda nýggjasta deildin, við Norðskála, verður í løtuni bygd út við einum barki- og turkihúsi, sum er upp á 930 fermetrar til víddar.

- Hetta er fyri at tryggja eina framkomna og meira umhvørvisvinarliga tænastu til føroysku kundarnar í alivinnuni, skrivar samtakið í tíðindaskrivinum, har tað eisini verður lagt afturat, at tá nýggi bygningurin er liðugur, fer samtakið frá oljugrundaðari barking til vatngrundaða barking.

 

Hampiðjan og Vónin
Tað er sum sagt íslendska samtakið Hampiðjan, sum í dag eigur samtakið Vónina.

Áðrenn tað var tað íløgufelagið Løkir, sum átti meginpartin av partapeninginum í “trolvirkinum”, 73 prosent, meðan Norðoya Íløgufelag átti 21 prosent og aðrir smáir seks prosent.

Hampiðjan keypti føroyska samtakið fyri 333 milliónir krónur, og við tí endaði ein vinnuligur “pardansur”, har bæði samtøkini høvdu roynt at keypt hvønn annan.

Í 2006 royndi føroyska samtakið at fáa spakan undir íslendska samtakið, tá mann keypti 22 prosent av partapeninginum í felagnum. Um hetta mundi var Vónin næststørsti partaeigari í íslendska samtakinum.

Tó var alt ikki bara stríð um vald, tí samtøkini kundu eisini samstarva, og tað gjørdu tey millum annað árið fyri, í 2005, tá mann í felag setti á stovn Føroya Trol, sum helst til í Vestmanna.

Um tað var miseydnaða yvirtøkuætlanin hjá Vónini sum gjørdi tað, ella um tað var ein onnur orsøk, ber ikki til at siga, men í 2009 yvirtók Vónin allan partapeningin í Føroya Trol.

 

Serstakliga væl fyri
Hyggja vit eftir roknskapinum hjá samtakinum, so vísir hann, at talan framvegis er um eina krútsterka fyritøku.

Samtakið hevur eina eginogn upp á 322 milliónir krónur, og samtakið skyldar millum lítið og einki. Móðurfelagið hevur onga skuld yvirhøvur, bara ta upphæddina, sum er avsett til vinningsbýti, sum fyri roknskaparárið í fjør var 23 milliónir krónur.,

Um vit telja saman aftur til 2016, tá íslendingar keyptu, so hevur felagið rindað 93 milliónir krónur út í vinningsbýti hesi árini.

Taka vit keypsárið burturúr, tí tað kann hava samanhang við søluna, so er samlaða upphæddin, sum er goldin út sum vinningsbýti 84 milliónir krónur, sum fara óskattaðar av landinum, tí tann útlendski eigarin eigur so stóran part av partapeninginum.

Men tað er einki skeivt í tí, tí soleiðis eru skattareglurnar nú einaferð skrúvaðar saman.

Sambært samtakinum sjálvum starvaðust í 2021 í miðal 447 fólk í samtakinum. Av teimum 98 í Føroyum.