

Hvussu eydnaðist Voxbotn í ár?
- Ómetaliga væl. Veðrið var gott og fólk vóru glað. Í ár var Voxbotn í tveir dagar, og tað hevði við sær at tað var ikki so trongt á økinum. Fleiri valdu at fara ein dag og so fara tíðliga heim hin dagin. Hóast tað eydnaðist sera væl, so haldi eg at fólk ynskja Voxbotn at vera í ein dag. Tí verður Voxbotn í ein dag í 2024.
Hvør framførsla var tann besta eftir tínum tykki?
- Eg helt at allar vóru ordiliga góðar, so eg havi tað trupult við at taka nakað burturúr. Eg vildi kanska sagt All Stars, og so var Eyðun og Terji heilt fantastiskt.
Hvat kunnu fólk vænta av Voxbotn 2024?
- Sum sagt verður Voxbotn 2024 í ein dag. Eisini fara vit at hyggja nærri at økinum, hvussu vit kunnu gera tað eitt sindur øðrvísi. Tað er enn eitt sindur ov trongt í Vágsbotni, so vit fara at hyggja at hvar er best at seta pallarnir upp fyri at gera økið rúmligari. Annars koyra vit við tí sama sum vit altíð hava gjørt. Tað er ógvuliga blandað, vit hava nakrar DJ`s, eitt sindur av rock og tilfar til allar aldursbólkar. Tað verður tað sama í næsta ár.