Wenzel hevur keypt Bilrøkt

Jákup á Borg, stovnari og eigari av bilfyritøkuni Bilrøkt, boðar í dag frá, at hann hevur selt lívsverk sítt til Wenzel, og at fyritøkurnar báðar vera lagdar saman

Sveinur Tróndarson
10. juni 2022 kl. 16:07

- Tað er við blandaðum kenslum, at eg nú boðið frá, at eg gevist sum stjóri og selji størsta eigarapartin hjá mær í Bilrøkt. Bilrøkt er mítt lívsverk, sum eg havi bygt upp “from scratch” við byrjan í 2005. Eg føli tó at tíðin er røtt at selja, og eri eg hóast alt stoltur av at selja eina so sunna og vælrikna fyritøku.

Tað skrivar Jákup á Borg, nú fyrrverandi høvuðseigari av fyritøkuni Bilrøkt, í einari fráboðan á Facebook.

Hann boðar eisini frá, hvør tað er, sum hevur keypt fyritøkuna; tað er pf. Wenzel, sum hevur keypt, og sambært Jákupi á Borg vera fyritøkurnar báðar lagdar saman, við Rúna Djurhuus, stjóra og høvuðseigara í pf. Wenzel, sum stjóra. Hetta sjálvsagt treytað av, at øll neyðug loyvi vera givin.

- Mín góði vinur, Rúni Djurhuus, verður nú stjóri, og veit eg tí, at bæði starvsfólk og kundar eru í góðum og tryggum hondum, skrivar Jákup á Borg, sum samstundis eisini staðfestir, at hann framyvir verður minnilutaeigari í pf. Wenzel.

Umframt at hava verið stjóri í Bilrøkt hevur Jákup á Borg viðhvørt eisini verið venjari, millum annað í B36, og nú í B68, har hann tók við fyri kortum. Tað verður í fyrsta umfari tað, sum hann fer at gera, umframt at reka VIP Limo-service tænastuna, sum hann hevur rikið í eina tíð, víðari.

Gingið væl
Roknskaparliga hevur Bilrøkt havt nøkur rættiliga góð ár í seinastuni. Eginognin er upp á góðar níggju milliónir krónur, og úrslitini, serliga í fjør og í fyrraárið hava verið góð.

Í fjør hevði felagið eitt avlop upp á 2,9 milliónir fyri skatt og árið fyri var avlopið 3,4 milliónir. Í heila tikið hevur raksturin verið rættiliga góður, burtursæð frá teimum allarfyrstu árunum í byrjanini, men seinastu árini hevur Bilrøkt megnað sera góð úrslit.

Felagið hevur ein aktivmassa upp á 24 milliónir krónur, og sambært Vinnuvitan.biz hava lyklatølini hjá felagnum verið rættiliga góð.

Tann stóri keypir tann minna
Tað, at Wenzel keypir Bilrøkt er sum so einki at siga til.

Pf. Wenzel hevur havt nøkur sera góð ár, síðan Rúni Djurhuus gjørdist stjóri í 2018, serliga tey seinastu trý hava verið framúr góð.

Í fjør hevði felagið eitt avlop fyri skatt upp á slakar 18,5 milliónir krónur, árið fyri var tað 11,7 milliónir krónur og í 2019 var tað 15,4 milliónir krónur fyri skatt.

Felagið hevur í dag ein aktivmassa upp á góðar 100 milliónir krónur, og tað er ein tvífalding síðan 2018.

Eginpeningurin, sum í 2017 var uppá slakar sjey milliónir krónur, er í dag næstan fimmfaldaður, so hann er uppá 33 milliónir krónur.

Nógv færri bilasølur
Handilin millum eigararnar av Bilrøkt og Wenzel er bara enn ein av einari gongd, sum hevur verið rættiliga týðilig seinastu nógvu árini.

Fyrr vóru nógv fleiri bilasølur, sum høvdu færri bilmerkir, men tað er broytt millum annað við samanleggingum sum hesari, sum vit síggja í dag. Við hesum handlinum er so ein – sjálvstøðug – bilasøla færri.

Bilrøkt umboðar merkini Kia, Isuzu og MG, og Wenzel umboðar merkini Ford, Volvo og Mazda. Hesi vera nú – ivaleyst – øll umboðað undir somu lon hjá pf. Wenzel.