WHO: Týdningarmikið at røra kroppin

Altjóða Heilsustovnurin heldur, at koronufarsóttin ikki má koma í vegin fyri, at fólk fara at halda uppat at røra seg likamliga. Tvørturímóti er tað av enn størri týdningi at røra kroppin, fyri at halda kropsligu og sálarligu heilsuna við líka, heldur WHO

Sigurjón Einarsson
26. november 2020 kl. 09:50

Hetta eru boðini frá Altjóða Heilsustovninum undir ST, ið fyri fyrstu ferð í meira enn tíggju ár hevur dagført sína vegleiðing fyri motión.

Her verður sagt, at øll vaksin eiga at røra kroppin í minsta lagi 150 minuttir – ella tveir og ein hálvan tíma – hvørja viku. Eisini verður mælt til, at børn og ung eiga at røra kroppin í meira enn ein tíma um dagin og skerja tíðina frammanfyri skermum.

- At røra kroppin hjálpir ikki einans móti at fyribyrgja hjartasjúkur, týpu 2-diabetes og krabbamein. Rørsla minkar eisini fyri vandan fyri tunglyndi og angist, fyribyrgir Alzheimer og styrkir minni, sigur WHO-stjórin fyri fólkaheilsu, Ruediger Krech, í einari kunning mikudagin.

Sambært WHO, so rørir ein út av fýra vaksin og fýra út av fimm av teimum ungu seg alt ov lítið, ið til dømis kann vera at ganga sær ein túr, súkkla, arbeiða í havanum ella gera reint.