Ymiskar væntanir millum Jonas Dal og HB-leikarahópin

Jonas Dal valdi sjálvur at siga sítt venjarastarv upp í HB, tí tað vóru ymiskar væntanir millum hann og leikarahópin. Tað kemur fram í samrøðu við bold.dk

Sigurjón Einarsson
7. juli 2021 kl. 14:17

Í januar var Jonas Dal settur sum nýggjur venjari hjá HB, eftir at Jens Berthel Askou valdi at taka við sum venjari í AC Horsens, har hann júst avloysti Jonas Dal.

Tað hevur verið so sum so við úrslitum hetta kappingarárið, og fyri viku síðani var kunngjørt, at Jonas Dal hevði sagt seg úr starvi.

Hetta kom í kjalarvørrinum av stóra vónbrotinum í Albania, har HB tapti fyri Escaldes úr Andorra í Champions League-undanumfarinum, og tí vóru tað mong, ið tulkaðu hetta sum, at hann var koyrdur úr starvinum, men soleiðis er ikki, sambært Jonas Dal, sum hevur havt eina samrøðu við danska fótbóltsmiðilin, bold.dk.

– Eftir eina torføra tíð fyri liðið mentalt, har sveiggini vóru ov stór á spælinum og við úrslitum, ið ikki livdu upp til spælið, vit áður hava havt, so uppstóð støðan, har vit fingu eina kenslu av, at støðið á okkara spæli lækkaði. Men mest ørkymlandi var tað, at summir leikarar høvdu sínar tankar okkurt annað stað enn í HB ella at sjálvsálitið ikki heilt var til staðar, sigur hann.

Jonas Dal viðurkennir, at huglagið broyttist í hópinum eftir tapið fyri Inter Escaldes.

– Tá vit taptu fyri Escaldes, komu vit heim og møttu einum múri av vónbroti, argleika og einari kenslu av einum stórum niðurtúri, fyri at siga tað sum tað er. Vit avtalaðu ein fund, har limir úr nevndini eisini vóru við, har vit skuldu umrøða framtíðar strukturin til venjingar og spælið á vøllinum.

– Á fundinum tosaðu við millum annað um, hvat leikararnir hildu um venjingartilgongdina. Leiðslan segði, at nakrir leikarar ikki skiltu alt viðvíkjandi hvussu vit skuldu byggja spælið upp og pressspælið. Vit høvdu uppi at venda, at gera hetta meira einkult, fyri at finna ein felags stev víðari, sigur fyrrverandi HB-venjarin.

Eftir fyrsta fundin avtalaði Jonas Dal og leiðslan at fylgja upp við einum nýggjum fundi dagin eftir í teirri vón, at partarnir funnu felags stevið aftur.

– Tað gongur eitt samdøgur og vit seta okkum saman aftur. Tá finna báðir partar útav, at álitið manglar frá báðum pørtum. Eg sigi, at tá tað ikki er størri álit og stuðul á mær, so haldi eg, at tað er betri fyri felagið og fyri meg, at vit fara hvør til sítt, tá tingini hava verið so trupul seinastu tíðina.

– Tað verður ongantíð nakað gott samarbeiði – hvørki fyri meg ella felagið, um væntanirnar eru ov høgar til, hvat vit kunnu geva hvørjum øðrum. Tað er bæði galdandi fyri mínar væntanir til leikararnar og felagið, men eisini væntanirnar hjá leikarahópinum til mín.

Tað ørkymlaði eisini Jonas Dal, at nakrir leikarar vóru meira upptiknir av at geva øðrum skyldina enn teir sjálvar, tá tað gekk illa hjá liðnum.

– Eg ynski ikki at arbeiða víðari við leikarum, ið peika úteftir í staðin fyri at hyggja inneftir. Eg sigi ikki, at eg ikki havi gjørt nakrar feilir.

– Hetta ørkymlaði meg, og eg skuldi enntá hava tað at vita frá leiðsluni tvær ferðir. Eftir fyrsta fundin prátaði eg við nakrar leikarar, har teir søgdu, at har vóru ikki nakrir trupulleikar, sum vóru ov stórir til, at teir gott kundu loysast.

– Tá eg so komi til seinna fundin, vóru tað aftur nakrir, ið høvdu tosað við leiðsluna, har teir millum annað aftur høvdu sagt, at teir ikki heilt skiltu, hvussu vit skulu byggja spælið upp, hóast vit, soleiðis sum eg síggi tað, høvdu verið tað besta liðið í deildini til júst hetta.

– Ítróttarligu ábyrgdina eigi eg, sjálvandi, men avrikið á vøllinum eiga vit allir ábyrgdina fyri. Til endans kendi eg tað, at eg hevði ábyrgdina fyri øllum, og tí bleiv tað ov nógv av tí góða fyri meg, sigur Jonas Dal.

Tvinnir kostir

Støðan gjørdist tí ótolandi fyri danska venjaran, ið ikki helt, at samarbeiðið kundi halda áfram.

– Eg segði við leiðsluna, at tey vóru noydd til at siga meg úr starvi, men tað vildi leiðslan ikki hoyra talan um, tí leiðslan metti seg hava rætta mannin til starvið.

– Til endans segði eg, at hendan støðan var ikki til at halda út, tí venjari og leikarar ikki stóðu saman. Tá leikarar siga eitt við leiðsluna, men ikki siga tað beinleiðis við meg, so kundi eg ikki liva við tí. Tí segði eg við leiðsluna, at antin mátti leiðslan siga meg úr starvi, ella so mátti eg siga mær sjálvum úr starvi.

– Vit brúktu eitt samdøgur, har vit royndu at rætta upp á hetta, men tað broyttist einki. Eg eri noyddur at hava ta kensluna, at eg geri ein positivan mun, har eg eri, og tað var ikki tann kenslan eg hevði seinastu tíðina í HB.  

– Tí helt eg, at tað var best fyri báðar partar, at eg segði meg úr starvi og lat onkran annan sleppa framat, tí tað er týdningarmiklast fyri Havnar Bóltfelag, sigur Jonas Dal.

Hóast tað ikki gekk eftir vild hjá Jonas Dal, so er hann glaður fyri upplivilsið í Føroyum.

– Tað var ein torfør avgerð, at siga meg úr starvi, tí eg var glaður fyri HB, leikararnar, starvsliðið, leiðsluna og ikki minst øll tey sjálvbodnu í felagnum. Harafturat hevur Føroyar sum land og fótbóltstjóð givið mær nakrar stórar upplivingar, ið eg seint fari at gloyma.

Jonas Dal hevur ikki nakað annað í skjáttuni júst nú, men er opin fyri at halda fram í fótbóltsheiminum – eisini um tað ikki verður sum høvuðsvenjari í einum felag.

– Tað kann gott vera í onkrari ungdómsdeild ella sum hjálparvenjari á hægri stigi, men tað kann eisini vera sum fyriskipari, sigur Jonas Dal í samrøðu við bold.dk.

Jonas Dal hevur áður staðið á odda fyri Hobro, Esbjerg, Kjellerup, FC Fredericia og AC Horsens.