Yvir 200 grindahvalir gjørt landgongd í Tasmania

Fleiri enn 200 grindahvalir hava gjørt landgongd í Tasmania, og talan er um sama stað, har fleiri enn 500 grindahvalir gjørdu landgongd í 2020

Steinar Patursson
21. september 2022 kl. 12:47

Fleiri enn 200 hvalir hava gjørt landgongd á einari fjarskotnari strond á oynni Tasmania í Australia, og sambært BBC verður hildið, at talan er um grindahvalir.

Tað er ikki greitt, hví hvalirnir hava gjørt landgongd við Macquarie Harbour, men tað er greitt, at talan er um somu strond, har tað fyri tveimum árum síðani var ein hending, har fleiri enn 300 hvalir gjørdu landgongd.

Eisini gjørdi nógvir hvalir landgongd á Norðurtasmania dagin fyri, sigur BBC, sum eisini boðar frá, at mett verður, at um helvtin av teimum yvir 200 hvalunum framvegis eru livandi.

Ætlanir eru um at gera eina roynd at fáa hvalirnar út á sjógv aftur, men ivasamt er, hvussu hetta ferð at eydnast.

Hjálparfólk hava sveipað hvalirnar í handklæði og oysa við jøvnum millumbilum vatn á hvalirnar, men serfrøðingar vænta, at enn fleiri hvalir fara at doyggja í nátt.

Tað var í september í 2020, at fleiri enn 500 grindahvalir gjørdu landgongd við Macquarie Harbour, og varð hetta hildið at vera størsta landgongdin av grindahvali í søguni hjá Australia.

Meðan flestu hvalirnir tá doyðu, vóru um 100 teirra, ið fingust á sjógv aftur, og sum sambært BBC yvirlivdu.