Yvir 30 bilførarar fingu bót fyri bæði stórt og smátt

Løgreglan var rættiliga úti um seg í Suðuroy í gjár

Áki Bertholdsen
19. september 2023 kl. 07:49

Í gjár gjørdi løgreglan umfatandi ferðslukanningar í Suðuroynni, bæði í Vági og á Tvøroyri.

Løgreglan sigur, at í hesum sambandi vóru 130 bilar steðgaðir og úrslitið av tí varð, at 33 bilførarar fingu bót og klipp í koyrikortið.

Á Tvøroyri vórðu 50 bilar steðgaðir og har fingu átta bilførarar bót og í Vági vórðu 80 bilar steðgaðir og har fingu heili 25 bilførarar bót ´- og har fekk ein bilførari eisini klipp í koyrikortið.

Tann mest vanligi feilurin var, at perur á bilunum vóru brostnar, næstan 20 bilførarar fingu bót fyri tað. 

 Men einir sjey bilførarar fingu bót fyri at koyra við slitnum dekkum, fimm bilførarar høvdu ikki koyrikortið uppi á sær, tveir bilførarar fingu bót fyri at brúka hondhildna fartelefon ímeðan teir koyrdu.

Tveir bilførarar fingu bót fyri ikki at sita í trygdarbelti og ein bilførari fekk bót, og klipp, tí hann hevði eitt smábarn í bilinum, uttan at tryggja sær, at tað brúkti tað kravdu trygdarútgerðina, seðla og barnastól.