Yvir 50.000 grøna keks til lesandi og lærlingar! – Skattafrítt

Føroyar hava størsta vinnutíttleika í Evropa og lægst arbeiðsloysi, bert 0,7%. Men tørvurin á arbeiðsmegi er kortini stórur.

Grímur Sundstein
28. november 2022 kl. 13:47

‘Ungur nemur, gamal fremur’, siga tey, og tað sæst aftur í arbeiðstyrkini.

Talið á lesandi og lærlingum er støðugt hækkandi.

Yrkisdepilin kunngjørdi nýliga, at heilir 367 nýggir lærusáttmálar eru góðkendir higartil í ár við yvir 40 ymsum yrkisútbúgvingum.

Umframt hesi koma bólkar sum lærlingar í bankum, tryggingum o.o, fyri ikki at gloyma næmingarnar á Vinnuháskúlanum og á Glasi, Kambsdali og Hovi.

Arbeiðsgevar og vinnan brøla eftir arbeiðsmegi, og hava vit tí fingið ‘fast-track’ skipanina til at lætta trýstið á føroyska arbeiðsmarknaðinum.

Hetta lættir eisini ferðafepurin hjá fólki, sum nú keypa ‘helado’ og ‘glacée’ á bensinstøðum her, ístaðin fyri at fara til Spania og Fraklands.

Tjena upp til 85.000 skattafrítt

Men hóast hesi átøk er torført at finna fleiri hendur í arbeiði. Vit í Fólkaflokkinum vilja bøta um hetta trotið umgangandi.

·       Øll lesandi og allir lærlingar skulu kunna tjena upp í 85.000 kr skattafrítt.

·       Kommunur skulu fáa heimild at hækka botnfrádráttin í kommunukatti.

Hesin skattalætti fer skjótt at slúsa nýggj fólk inn á arbeiðsmarknaðin, sum nú ikki hava hug, tí tað loysir seg ikki at arbeiða.

Hetta arbeiðseggjandi átak hevði svarað til yvir 50.000 grøna keks árliga skattafrítt til hvønn einstaka lesandi og lærling. Ella tað sum tey sjálvi ynskja at brúka sínar pengar til.

Fyri lærlingar og lesandi, sum tjena yvir 85.000 kr um árið, hevði tað ført til eina sparing í skatti og sosialum gjøldum millum 1.900 og 2.700 kr um mánaðin, samanborið við tað, tey tjena í dag.

Umframt fær lærlingurin ein eykavinning burtur úr læruni við at arbeiða við síðuna av vanligu lærutíðini.

Tann lesandi fær eisini fleiri arbeiðsroyndir við í sítt ‘kuffert.’

Her eru pengar hjá ágrýtnum ungdómum at tjena.

X fyri A. Vel Fólkaflokkin.

Grímur Sundstein