Leygardagin fara fleiri enn 500 sjálvboðin at ganga hús í hús kring alt landið, fyri at samla pening inn til hjálpararbeiðið hjá Reyða Krossi.
– Vit vóna, at innsamlararnir verða væl móttiknir og vit heita á fólk um at hava reiðan pening við hondina, sigur Reyði Krossur í einum tíðindaskrivi um innsamlingina.
Reyði Krossur sigur kortini, at í Sandavági, Miðvági, Sørvági og Bø, er innsamlingin leygardagin 9. septembur.
Tey siga, at við at lata nakrar krónur í bússuna hjá innsamlarunum kanst tú vera við til at hjálpa, har neyðin er størst, bæði í Føroyum og uttanlands.
Fyritøkur, feløg, kommunur, stovnar o.tíl. eru eisini hjartaliga vælkomin at stuðla, tað er bara at venda sær til Reyða Kross, Fyritøkur, og onnur, ið vilja hava navnið fram, kunnu skráseta tað og so verður navnið lýst á takkarsíðuni, sum verður almannakunngjørd, tá úrslitið av innsamlingini er gjørt upp. Tað ber til at skráseta seg her: https://redcross.fo/skraset-studul/
Samstundis heitir Reyði Krossur á fólk um at melda seg til at ganga hús úr húsi við bússi.
– Spáka ein túr við familjuni, ommuni, systrini, vinkonuni, pápanum, soninum ella einum starvsfelaga, og verð við til at hjálpa okkum at hjálpa, sigur Reyði Krossur.
Peningurin, ið verður samlaður inn, kann hava alt at siga fyri eitt fólk, ella eina familju, antin í Føroyum ella úti í heimi.
Øll, sum ganga við bússu, eru eisini við í lutakastinum um tvey gávubrøv frá Atlantic Airways.
Tekna teg sum innsavnara her: https://redcross.fo/studla/tekna-teg-sum-innsavnara/
Skalt tú ganga í Tórshavn, er ikki neyðugt at tekna teg áðrenn – tá ert tú vælkomin at møta í hølunum hjá Reyða Krossi á Bryggjubakka 10 leygardagin ímillum klokkan 10 og 17.
Reyði Krossur sigur, at 50 krónur eru nokk til mat til eitt flóttafólkabarn í tríggjar vikur, 150 krónur eru nokk til 3.000 litrar av reinum vatni. 200 krónur røkka til tjald til tvær flóttafólkafamiljur og 500 krónur røkka til mat til 15 børn í ein mánað.