Yvir eina millión krónur til neyðstødd í Afganistan

Reyði Krossur heitti herfyri á føroyingar at lata stuðul til neyðstødd fólk í Afganistan. Nú er greitt, at føroyingar hava savnað yvir eina millión krónur, ið verður latin til Reyða Hálvmána í Afganistan

Sigurjón Einarsson
3. mai 2022 kl. 15:23

Meðan Reyði Krossur framhaldandi arbeiðir fyri at hjálpa í Ukraina, so eru framvegis aðrar kreppur í øðrum londum, har fólk koma illa fyri vegna stríð, búskaparkreppur og veðurlagskreppur. Millum annað í Afganistan er tørvur á humaniterari hjálp, eftir at Taliban nú aftur hevur valdið í landinum, sum millum annað hevur havt við sær, at landið upplivir fíggjarligt skrædl.

Men ikki nokk við tað. Áhaldandi turkur í Afganistan í ár hevur við sær, at akurin í vár og í summar verður minni enn vanligt, og tað kann elva til álvarsama hungursneyð í landinum.

Í hesum sambandi heitti Reyði Krossur herfyri á føroyingar, um at lata stuðul til neyðstødd í Afghanistan.

- Við fyrimyndarligum stuðli frá eitt nú skúlum kring landið, so er omanfyri eina millión krónur savnað, sum verður send til tey harðast raktu í Afghanistan, skrivar Reyði Krossur í einum tíðindaskrivi.

- Peningurin verður sendur til Reyða Hálvmána í Afganistan, sum í yvir 30 ár hevur arbeitt ótroyttiliga við at hjálpa so nógvum neyðstøddum, sum gjørligt. Í løtuni verður dentur serliga lagdur á at veita neyðhjálp, so sum mat og drekka, umframt at stuðla sjúkrahúsum og heilsustøðum, skrivar Reyði Krossur.

Enn ber til at stuðla hjálpararbeiðinum í Afghanistan, skrivar Reyði Krossur í tíðindaskrivinum.

Til ber at lesa meira á https://redcross.fo/hjalp-afghanistan/.