Yvirlýsing: Norðurlond skulu verja 30 % av náttúruni

Náttúruverndarfelagsskapirnir í Norðurlondum heita á norðurlendsku stjórnirnar um við lóg at verja í minsta lagi 30% av náttúruni á sjógvi og landi í seinasta lagi í 2030.

Mynd: Ingi Sørensen
FNU
9. juni 2023 kl. 08:25

Náttúran hótt

Í eini yvirlýsing vísa feløgini á, at tann einastandandi og sjáldsama náttúran í Norðurlondum, sum røkkur um fleiri veðurlagsøkir, er undir trýsti. Fleiri búøki eru meira ella minni løgd í oyði, og vandi er fyri, at fleiri plantu- og djórasløg fara at doyggja út. Hendan gongdin er eisini skaðiligt í mun til stríðið móti veðurlangsbroytingunum, har júst náttúran hevur ein avgerðandi leiklut.

Londini í Sameindu Tjóðum, ST, hava seinastu mánaðirnar sett sær sum mál, at 30% av náttúruni á sjógvi og landi skulu vera vard áðrenn 2030. Og nú hava náttúrufelagsskapirnir í Norðurlondum so heitt á norðurlendsku stjórnirnar um at lógarfesta átøk til frama fyri vistfrøðiskipanina og náttúrununa. Átøk, sum skulu umseta alheims málini til veruleika í hvørjum landi sær.

Bindandi mál og átøk

Kjarnan í áheitanini er, at londini samtykkja eina bindandi náttúrulóg, sum - við greiðum málum, tíðarætlanum og evstamørkum - setur kósina fram móti 30%-málinum í 2030. Norðanlond skulu ganga undan á økinum og gera átøk, sum viðlíkahalda og endurbøta hóttar vistskipanir, og sum forða fyri at djór og plantur doyggja út. 

Harafturat skulu londini seta høg krøv til tey, sum gagnnnýta náttúruna - tað verið seg jarðar- og skógarbrúk, fiski- og alivinnu og ráevnis- og námsvinna - til tess at steðga svinninum í lívmargfeldinum.

Í áheitan síni mæla felagsskapirnir eisini til, at verndartiltøkini til frama fyri náttúruna verða samskipað við tiltøkini á veðurlagsøkinum.

Langt á mál

Yvirlýsingin staðfestir, at í dag livur einki Norðurland upp til 30%-málið. Í Finnlandi, Danmark, Noregi og Svøríki eru 10-20 % av náttúruni undir verndartiltøkum og í Føroyum neyvan meira enn fá prosent. 

Løgtingið samtykti herfyri Føroya fyrstu náttúruverdarlóg, sum hevur til endamál at verja náttúrumargfeldið. Lógin hevur heimildir til at gera ymisk verndartiltøk, men hevur tó einki lógarfest mál um, at 30 % av náttúruni skulu verða vard áðrenn 2030.

Umframt at yvirlýsingin frá norðurlendsku náttúrufelagsskapurnum er send øllum norðurlendskum stjórnum, er hon eisini send forsetanum í Norðurlandaráðnum, umframt formanninum og aðalskrivaranum í Norðurlendska Ráðharraráðnum.

Mynd; Ingi Sørensen 

Yvirlýsing frá norðurlendsku náttúruverndarfelagsskapunum

 Norðurlond sum undangonguøki fyri lívmargfeldisátøkum
– ein áheitan frá norðurlendsku náttúrverndarfelagsskapunum

Náttúran í Norðurlondum er framúr og einastandandi. Hon er ein týðandi partur av heimsins vistskipanum og røkkur yvir fleiri veðurlagsøki. Men náttúran í Norðurlondum er undir trýsti. Fleiri búøki eru løgd í oyði, meira ella minni, og fleiri plantu- og djórasløg eru í ferð við at hvørva av jørðini med alla. Harafturat hevur náttúran ein avgerandi leiklut at loysa veðurlagskreppuna; hina hóttandi heimskreppuna.  

Altjóða skyldur

Seinastu mánaðirnar eru týðandi altjóða avtalur gjørdar at seta eina greiða og avgerandi kós at tálma missin av lívmargfeldi:

Í desember 2022 varð ein nýggj alheimsavtala um lívmargfeldi samtykt á lívmargfeldisráðstevuni í Montreal.

Boðskapurin er greiður: tað hevur skund at fremja átøk, sum kunnu venda gongdini og missinum av lívmargfeldi.

Áðrenn 2030 skal 30 % av náttúruni á landi, við strendur og havøki vera vard. 

Og fyrst í mars 2023 kom at enda The Treaty of the High Seas í lag, sum skal verja heimshøvini. Samráðst hevur verið um hetta í ST seinastu 15 árini. Sáttmálin setur m.a. sum mál, at 30 % av altjóða havøki áðrenn 2030 skal verða vart. 

Samstundis hevur ES við sínari lívmargfeldisætlan í 2020 tikið avgerð um, at 30 % av land- og havøkinum hjá ES skal vera vard náttura og harav 10 % skulu vera vard av strangari nátturuverju í 2030.

Málini og kósin eru komin upp á pláss, nú vanta vælskipaðar og málrættaðar gerðir í heimsins londum. Staðfestast kann, at einki Norðurland í dag livir upp til, at 30 % av náttúruni er vard. Í Finnlandi, Danmark, Noregi og Svøríki er í dag millum 10-20 % av náttúruni vard.

 

Áheitanirnar hjá norðurlendsku náttúruverndarfelagskapunum til norðurlendsku stjórnirnar

Sum leiðarar fyri størstu norðurlendsku náttúruverndarfelagsskapirnar, vegna okkara meira enn 400.000 limir, er tað sera umráðandi fyri okkum, at stjórnirnar í Norðurlondum taka ábyrgd og liva upp til altjóða skyldurnar at tálma afturgongdini í lívmargfeldinum.

At Norðurlond síggja seg sum undangonguøki fyri lívmargfeldisatgerðum. Tað er tað, sum tær 27 milliónirnar av fólki, sum búgva í Norðurlondum, hava brúk fyri. 

Vit viðurkenna, at norðurlendsku umhvørvis- og veðurlagsráðarharrarnir á heysti í 2022 fyri fyrstu ferð samtyktu eina yvirlýsing um nátturugrundaðar loysnir, har partarnir átaka sær at arbeiða meiri við hesum sløgum av tiltøkum. Men tað skulu nógv dyggari átøk og hægri mál setast fyri at venda missinum av lívmargfeldi í Norðurlondum. Lívmargfeldiskreppan krevur sterka leiðslu, avgerðarførleika og viljan at seta ætlanir í verk. Og at norðurlendsku stjórnirnar uttan drál fara í gongd hvør sær og í felag. 

Vit mæla tí norðurlendsku stjórnunum hvør sær og í felag í minsta lagi  

  1. seta í verk verju av 30 % av náttúruni í 2030 á landi og á sjógvi í hvørjum landi sær.

  2. seta ítøkilig mál og tíðarætlanir at verja í minsta lagi 30 % av náttúru á landi og á sjónum í hvørjum Norðurlandi sær í 2030. 

  3. tryggja viðlíkahald, betringar og endurbøtingar av vistskipanum, harav at tarna oyðingini av djóra- og plantuverum og viðlíkahaldinum av lívfrøðiligum margfeldi.

  4. at tað í hvørjum landi sær verður samtykt ein bindandi náttúrulóg við greiðum málum og tiðarætlanum og evstamørkum, sum seta kósina móti 30 % av vardari náttúru í 2030.

  5. at seta høg mál fyri samfelagspartar, sum hava størst árin á náttúruna (so sum t.d. jarðarbrúk, skógarbrúk, fiskivinnu, alivinnu, ráevnisvinnu og námsvinnu) at steðga missinum av lívmargfeldi. 

  6. átøkini at steðga missinum av lívmargfeldi og trygga 30 % av vardari og endurskapaðari náttúru vera hugsað inn í og samskipað við veðurlagsátøk.

  7. tryggja at náttúruvernd og veðurlagsátøk styrkja hvørt annað

  8. virka við til, at onnur lond í heiminum kunnu steðga missinum av lívmargfeldi.

     

[Samtykt av norðurlendsku náttúruverndarfeløgunum í Keypmannahavn 25. apríl 2023]

Danmarks Naturfredningsforening

Maria Reumert Gjerding, forseti 

Suomen luonnonsuojeluliitto 

Hanna Halmeenpää, forfólk

Landvernd. landgræðslu- og umhverfisverndarsamtök Íslands 

Tryggvi Felixson, forfólk

 

Norges Naturvernforbund 

Truls Gulowsen, forfólk (leiðari í centralstyret)

 

Svenska Naturskyddsföreningen

Johanna Sandahl, Præsident (orðførandi)

 

Ålands Natur och Miljö  

Kimberly Terry, forperson (orðførandi)

 

FNU Føroya Náttúru- og Umhvørvisverndarfelag

Jón Kragesteen, formaður

Yvirlýsing við somu orðum er send øllum norðurlendsku stjórnunum. Harafturat er yvirlýsingin send til forsetan fyri Norðurlandaráðið, Jorodd Asphjell, formannin fyri norðurlendska ministararáðið Katrín Jakobsdóttir, og til aðalskrivaran í Norðurlendska ministararáðnum, Karen Ellemann Jensen.