Zacharias og Snarpur ganga fremst til ólavsøkusetanina

Tað verður fleirfaldi føroyameistarin í tvíspor, Zacharias R Jakobsen, sum skal ríða fremst og bera flaggið, tá ólavsøkan verður sett ólavsøkuaftan

Snarpur er eitt 17 ára gamalt Íslandsross, Zacharias R. Jakobsen hevur átt hestin, síðan Snarpur var fýra ára gamal
Sigurjón Einarsson
27. juli 2022 kl. 12:20

Tað verður Zacharias R. Jakobsen og hestur hansara, Snarpur, sum fara at ríða fremst og bera Merkið, tá ólavsøkan verður sett.

Hann sigur, at har vóru fleiri ross í heimbygdini (í Leynyum, red.) og tey høvdu eisini sjálvi ross. Hóast hann hevur riðið síðan hann var smádrongur, so byrjaði Zacharias tó ikki at ríða kapp, fyrr enn hann var 25 ár og hevur nú riðið kapp í umleið 35 ár.

Hann luttekur ikki í FM kappingini í ár, men hóast hann er farin um tey 60, so útilokar hann ikki, at hann verður at síggja aftur á riðbreytunum komandi árini. 

Zacharias R. Jakobsen er eisini í nevndini hjá Ríðisamband Føroya, har hann er næstformaður.

Orsøkin til, at Zacharias R. Jakobsen ríður fremst í ólavsøkuskrúðgonguni er, at hann og ryssan Ronja vunnu FM í Tvíspor vaksin seinasta ár. Tí er hann biðin av Føroya Ríðingarfelag um at vera flaggberi. Hann fer tó ikki at nýta Ronju til skrúðgonguna, men ein hest, ið er nevndur Snarpur. Hetta kemst av, at Snarpur er ein meira róligur hestur og helst tolir buldrið á vaglinum betri enn Ronja. Skrivar heimasíðan hjá Føroya Ríðingarfelag.

Snarpur er eitt 17 ára gamalt Íslandsross, ið Zacharias R. Jakobsen hevur átt, síðan tað var fýra ára gamalt.

Reiðfólk byrjaðu ólavsøkuskrúðgonguna
Ólavsøkuskrúðgongan er gamal siður. Tað vóru reiðfólk, sum tóku stig til skrúðgonguna í 1942. Saman við hornblásarum hjá Frelsunarherinum, so byrjaði skrúðgongan niðri í Bø, uttanfyri hjá bakaranum í Hornið og umvegis Tróndargøtu endaði hon – sum í dag – á Vaglinum.

Teir, ið løgdu ráð fyri hesari skrúðgonguni vóru Kjartan Mohr, Edvard Samuelsen og Gustav Reinert. Á odda fyri gonguni var annar kendur havnarmaður Vilhelm Tórsheim, eisini kallaður keisarin.

Skrúðgongan eydnaðist so mikið væl, at tað gjørdist eitt afturvendandi tiltak. Fyrstu árini vóru tað bert reiðfólk, ið tóku lut, men so líðandi komu róðrarfólk og onnur ítróttarfólk við eisini.

Kappríðingin hjá Føroya Ríðingarfelag er, sum siður er, í Marknagili ólavsøkudag klokkan 15.