Zelenskyj: - Vit ætla okkum at finna drápsmenninar

Í dag hevur eitt sjónbandsbrot av morðinum av einum ukreinskum hermanni verið í umferð. Nú hevur Zelenskyj sett sær fyri at finna drápsmenninar. Tað váttar hann á Telegram tráði, har hann dagliga ber almenninginum tíðindi viðvíkjandi krígnum millum Russland og Ukreina

Ein ukreinskur hermaður veittrar við ukreinska flagginum. (Mynd: Zelenskiy, Telegram)
Áron Vest
7. mars 2023 kl. 21:18

Á samskiftisappini Telegram, ið er ein end-to-end krypterað app, er ukreinski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, ein stórbrúkari. Hann kemur mangan við fleiri enn 100 uppsløgum um vikuna.

Seinastu tímarnar, hevur sjónbandið, har ein ukreinskur hermaður verður myrdur av russiskum fíggindafólki, verið í umferð.

Á sjónbandinum sæst ukrainski hermaðurin klæddur í herklæðum, við eini sigarett í hondinum. Júst sum hann tekur sær ein guv, sigur hann við sterkari sannføring: “Slava Ukraini!” (hetta merkir Heiður til Ukraina!). Beint sum hann sigur hesi orð, verður hann skotin endurtakandi ferðir, við tí, ið tykist vera sterkari og ógvusligari vápn, enn vanliga M16 byrsan. Maðurin letur lív á staðnum.

Æra veri minnið um øll tey, ið lata lív fyri frælsisbardagan. Æra veri minnið um tey, ið lata lív fyri Ukraina!”

Hetta eru orð, ið ukrainski forsetin, má ferð eftir ferð koma út við. Hann sær sínar landsmenn lata lív dagliga. Í dag er onki undantak. Í tráðnum, har ukreinski forsetin ber boðini um falna hermannin, sigur hann millum annað, at “Av tí at vit liva í einleika, av tí at vit eru miðvís, av tí at vit virðismeta alt Ukreina, og hvønn borgara í landinum, vita vit júst, hvat úrslitið av hesum krígnum er. Vit hava vita tað líka síðan kríggið byrjaði. Í Ukraina fara vit altíð at hoyra orðini “Heiður til Ukraina!” og milliónir av menniskjum fara altíð at svara “Heiður til hetjurnar!” og tað fer altíð at vera so.”

Zelenskyj sigur við sterkari sannføring, at “Ukraina fer aldrin at gloyma sínar frælsishetjur, ið góvu lív sítt fyri frælsi í landinum!”

At enda takkar Zelenskyj øllum teimum, ið berjast fyri Ukreina og hjálpa landi sínum. Umframt hetta, ber hann eina heiðurliga heilsan til sínar landsmenn:

“Ævig veri minnini og heiðurin til øll tey, ið lata sítt lív fyri frælsisbardagan. Ævig veri minnini um allar ukrainskar hetjur, ið tordu at droyma og kempa fyri frælsi í Ukraina. Ukraina vil rísa upp sum sigursharri. Slava Ukraini!”