Zelenskyj biður Norra og ES nokta russiskum skipum at leggja at við bryggju

Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, helt røðu fyri Stórtinginum í dag. Her mælti hann bæði Norra og ES til at nokta russiskum skipum at leggja at við bryggju

Volodymyr Zelenskyj heldur røðu fyri Stórtinginum. (Mynd: EPA-EFE)
Sigurjón Einarsson
30. mars 2022 kl. 15:51

ES og Norra mugu nokta russiskum skipum at leggja at við bryggju, segði ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, í røðu síni til Stórtingið í dag.

– ES og Norra mugu nokta russiskum skipum at leggja at við bryggju. Meðan russar blokera okkara havnir, so eiga teir heldur ikki at fáa atgongd til havnir í Evropa, segði hann í røðuni.

Eisini bað hann Norra um at veita orku til Evropa.

– Tit kunnu hjálpa til við tykkara avgerandi íkasti til orkutrygdina í Evropa og neyðuga tilfeingið fyri londini í ES og fyri Ukraina. Vit samskifta longu um at keypa gass til komandi ár, segði hann og legði afturat, at hann vónaði, at eitt samstarv fór at spyrjast burturúr samráðingunum.

Kelda: NTB