Heimatíðindi

Greining: Eitt sera fløkjasligt uppskot

Løgtingið hevur fingið eitt uppskot um skatting av vinningi frá sølu av virðisbrøvum til viðgerar, sum er meira enn vanliga fløkjasligt (Savnsmynd)

Løgtingið hevur fingið eitt uppskot um skatting av vinningi frá sølu av virðisbrøvum til viðgerar, sum er meira enn vanliga fløkjasligt (Savnsmynd)

2020-05-23 11:50 Author image
Sveinur Tróndarson

Føroyskur fiskivinnupolitikkur er eitt kapittul fyri seg.

Tey, sum hava fylgt við fiskivinnupolitiska kjakinum, seinastu mongu árini, hava heilt vist fingið við, at tað er rættiliga stórur munur á, hvussu teir ymsu flokkarnir fyrihalda seg til, hvussu fiskivinnupolitikkurin skal skrúvast saman.

Ella, flokkarnir eru heilt víst samdir um, at vit skulu fáa sum mest burturúr okkara fiskivinnutilfeingi, men tað er fyri so vítt tað. Tí teir eru rúkandi ósamdir um næstan alt annað.

Teir eru ósamdir um, hvat tað merkir, at vit skulu fáa sum mest burturúr, teir eru ósamdir um, hvør skal fáa sum mest burturúr og teir eru eisini ósamdir um, hvussu alt hetta við loyvum og fiskiskapi skal skipast.

Og hesar ósemjur ganga ikki bara um floksmørk. Talan er eisini um innanhýsis ósemjur, har flokkarnir – ella onkrir flokkar – ikki kunnu semjast innanhýsis.

Tað gav at býta, tá ABC-flokkarnir sótu í samgongu fyri nøkrum árum síðan. Teir royndu at finna eina semju um, hvussu fiskivinnuskipanin skuldi setast saman aftaná 2018, men tað gekk slett ikki, tí Sambandsflokkurin kundi ikki semjast innanhýsis.

Skilið var tað sama undir seinastu samgongu, tá CEF-flokkarnir sótu í samgongu.

Teir byrjaðu at tosa um eina uppboðssøluskipan, har landið seldi loyvini í eitt avmarkað tíðarskeið ella áramál, fyri síðan at fáa loyvini aftur, men tað endaði við onkrum heilt øðrum. Millum annað tí meirilutin hjá samgonguni var so lítil, at hvør einstakur tingmaður kundi renna hana umkoll, og so endaði tað sum tað gjørdi. Við einum neyðareggi, um vit samanbera við tær stóru ætlanir, sum flokkarnir upprunaliga høvdu.

Allir javnsettir

Nú hava ABH-flokkarnir tikið yvir, og so fer rákið aftur hinvegin.

Enn einaferð er tað Fólkaflokkurin, sum svingar taktstokkin í fiskivinnumálum, og enn einaferð er tað Sambandsflokkurin, sum ikki heilt vil dansa við. Ella, um hann vil tað, fáa vit at síggja.

Burtur er øll uppboðssøla og ístaðin eru vit farin aftur til ta gomlu skipanina við rullandi loyvum og fríari sølu av veiðirættindum.

Tað stemmar nú ikki heilt, tí ætlanin er ikki, at sølan av veiðirættindum skal vera heilt frí.

Tað sást, tá Jørgen Niclasen, landsstýrismaður við fiskivinnumálum, í síðstu viku legði uppskotið um skatting av vinningi frá sølu av veiðirættindum fyri løgtingið.

Hetta uppskotið leggur upp til, at vinningurin av sølu av veiðiloyvum, skal skattast við 35 prosentum.

Men hvat er tað, sum skal skattast?

Vinningurin við sølu av loyvum, jú, gamaní, men hvat er tað, og hvussu kemur man fram til ta upphæddina?

Hyggja vit í lógartekstin, so er ikki nógv hjálp at heinta. Í besta føri kann sigast, at hetta er svørt tala, tí ásetingarnar og krúllurnar í sjálvum lógartekstinum gera tað meira enn óvanliga torført at seta orð á, hvussu man kemur fram til tað virðið, sum skal skattast.

Tað einasta, sum er greitt, er, at talið, sum man kemur fram til skal skattast við 35 prosentum, og tað er rættiliga áhugavert.

Tí í veruleikanum sigur tað, at samgongan heldur, at allir eigarar skulu javnsetast; teir, sum hava keypt loyvini frá øðrum og harvið goldið fyri tey, og teir sum hava fingið tey ókeypis, og harvið einki goldið. Teir skulu skattast á sama hátt – við 35 prosentum.

[object Object]

Hevði ikki gingið á landi

Føroyska fiskivinnan er í serstøðu í mun til annað vinnulív her á landi.

Tey, sum fara í gongd við eitthvørt, mugu keypa seg til ta rávøru, sum tey skulu brúka, líkamikið, hvat tey annars takast við. Harumframt mugu tey byggja teir bygningar, fáa fólk til vega og gjalda allar annan fastan kostnað, tí tað eigur man at gera.

Fiskivinnan er øðrvísi á tann hátt, at hon sleppur undan at gjalda fyri fiskin.

Reiðaríini fáa eitt loyvi, sum gevur teimum rætt at fiska, og tað loyvi er ókeypis. Tað er so tað, sum tað er. Men loyvi kann seljast og higartil hevur tað verið so, at seljarin kann stinga allan peningin í lumman.

Tað hava flokkarnir stríðst um at broyta, summir taka undir, aðrir eru ímóti, men spurningurin er, um tað er rættvíst, at nakrir borgarar kunnu fáa nøkur loyvi at fiska, sum tey so harumframt kunnu selja og stinga peningin í lumman.

Hvørjum man tekur undir við, er ein spurningur um politiskt temperament, um politiskan lit, og so grundgevur man fyri tí. Alt tað er í lagi.

Men hyggja vit eftir, hvussu rættvíst tað er, so er kann man gott loyva sær at seta spurnartekn við akkurát tað. Tí við hesum fáa nakrir borgarar framíhjárætt til ágóðar, sum í roynd og veru áttu at komið øllum samfelagnum tilgóðar.

Flyta vit dømi upp á land, so hevði tað ongantíð gingið, um ein leigari í einum bygningi gjørdi av at selja bygningin, tá hann var liðugur við leigumálið. Eigarin hevði – av røttum – uttan iva bæði meldað og stevnt, tí tað er brandólógligt at selja annan mans ogn.

Men hetta gongur við fiskiloyvum, tí soleiðis er tann skipanin skrúvað saman.

Hvat er rættvíst?

Spurningurin um, hvussu vinningur frá sølu av veiðirættindum skal skattast er akkurát líka religiøsur, sum restin av fiskivinnupolitikkinum er.

Tað hevur avbjóðingar við sær, tí tá kemur politiska skipanin ikki fram at tí kjakinum, sum tað veruliga snýr seg um, nevniliga um tað er rættvíst, at partar av samfelagum fáa framíhjárætt uttan at gjalda fyri tað.

Og tá tann spurningurin er avgjørdur, kann man so kjakast um, hvørt tað er rættvíst, at hesi partar av samfelagnum sleppa at selja sín framíhjárætt og sleppa at stinga allan ella nógv tann størsta partin í sín egna lumma.

Í veruleikanum snýr málið um skatting av vinningi frá sølu av veiðiloyvum seg bara um akkurát tað. Skatting av vinningi frá sølu av veiðiloyvum. Tað snýr seg ikki um partafelagsskatt og tað snýr seg ikki um vinningsbýtisskatt.

Tí er tað rættiliga langt við síðuna av at seta seg at kjakast um eina samlaða skattabyrðu UM alt verður roknað við.

Málið snýr seg um, hvat politiska skipanin heldur er eitt rættvíst gjald til samfelagskassan, tá loyvi, sum viðkomandi hevur fingið ókeypis frá føroyska samfelagnum.

Heldur man, at tað markið er 35 prosent, ja, so grundgevur man fyri tí. Heldur man nakað annað, so má man grundgeva fyri tí.

Tað, sum tó kann tykjast undarligt er, at her er talan um fyritøkur, sum longu frammanundan hava havt møguleika at forvinna nógvan pening, júst uppá at hava fingið eitt – ella fleiri – ókeypis loyvi at brúka. Skulu tey so eisini sleppa at selja tey loyvini?

Verður nøkur søla?

Ein annar spurningur, sum lógaruppskotið leggur upp til er, um tað í heila tikið verður nøkur søla av rættindum.

Tað verður í hesum føri bara tosað um endaliga avhending, og tað vil siga, at man ikki tosar um árliga sølu – ella leigu – av loyvum.

Rør man ikki tá framundir, at loyvishavararnir tá bara lata vera við at avhenda endaliga?

Tann møguleikin er til staðar.

Vit tosa um øgiliga stórar upphæddir, og samgongan má hava tunguna mitt í munninum, tí uttanfyri standa borgarar – og almennir løntakarar – sum hava fingið at vita, at teir skulu vísa samfelagssinni.

Tað skulu teir gera samstundis, sum samgongan mælir til, at nakrir borgarar kunnu selja almenn loyvi og stinga tveir triðingar av pengunum í lumman.

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður