Heimatíðindi

Hotel Brandan: Tað er ómetaliga stórt fyri okkum

2020-07-01 07:47 Author image
Katrin Johannessen

Í dag letur 4-stjørnaða Hotel Brandan í Gundadali upp. Hotellið hevur 124 kømur, 4 fundarhøli, sauna, venjingarhøli, heitar pottar og 130 parkeringspláss. Ætlanin var at tey skuldu lata upp 1. mai, men tað bar ikki til orsakað av korona. 

-So skjótt vit fingu boð um, at landið lat upp, so settu vit øll segl til, fyri at fáa gestir hendanvegin og tað hevur eisini eydnast heilt hampiligt, sigur Pætur Trónd Thomsen, stjóri á Hotel Brandan. 

Tey vóru fyrireikað uppá, at hava fult hotel frá mai og frameftir og hava mist nógvar milliónir orsakað av korona. Allatíð hevur tó verið ein vón um, at tað fór at vera møguligt at lata upp í summar. 

-Vit halda sjálvi, at vit hava heimsins flottasta hotel, so vit høvdu verið øgiliga kedd, um vit ikki høvdu kunnað latið upp í summar. Vit hava gjørt alt, fyri at tað skuldi eydnast, sigur Pætur Trónd Thomsen.

Hóast óhepnu og óvæntaðu umstøðurnar orsakað av korona, sum hava gjørt at bílleggingarnar eru heldur færri enn væntað, so fella tey ikki í fátt.

-Tað sær okey út. Vit eru optimistisk. Tað er sjálvandi langt frá, tí tað skuldi havt verið, men nóg mikið til at vit kunnu byrja. Tað verður heilt hampiligt, sigur Pætur Trónd Thomsen.

Bæði útlendingar og føroyingar teljast millum væntaðu gestirnar. Leygardagin høvdu tey opið hús og vóru millum 1500 - 2000 fólk til staðar.

- Vit vóru ovfarin av hvussu stórur áhugin var hjá fólki fyri hotellunum hjá okkum. Vit vilja eisini hava tiltøk fyri føroyingar og fólk, sum búgva her, og tí skipað vit fyri grillkvøld hvønn leygardag í juli og august, sigur Pætur Trónd Thomsen.

Eingin ivi er um, at tey gleða seg at lata upp í dag.

-Tað er ein framúrskarandi stór kensla. Hetta er ein verkætlan, vit hava tosað um í nógv ár, og sum vit fóru undir fyri meir enn tveimum árum síðani. So tað at vit nú eru komin so langt, at vit kunnu lata hurðarnar upp, tað er ómetaliga stórt fyri okkum.

-Tað er ein stórur dagur hjá okkum, tá fyrstu gestirnir koma og vit gleða okkum at bjóða teimum vælkomnum, sigur Pætur Trónd Thomsen.

 

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður