Heimatíðindi

Húsaprísirnir halda sær, tí vit hava ráð

2020-05-22 19:50 Author image
Johnny í Grótinum, búskaparfrøðingur

Yvirskriftin skal takast við tí fyrivarni, at sethúsaprísirnir í Tórshavn í fyrsta ársfjórðingi í ár eru lækkaðir 5% í mun til fjórða ársfjórðing 2019. Hetta vísir fesk uppgerð frá Betri Banka, sum javnan varpar ljós á gongdina á sethúsamarknaðinum.

Men hendan príslækking er sambært bankanum ikki meira enn vanligu sveiggini millum ársfjórðingar. Og tá sethúsaprísirnir uttanfyri høvuðsstaðarøkið hækkaðu í fyrsta ársfjórðingi, fer miðalprísurin fyri eini sethús í Føroyum at hækkað í 2020 í mun til árið fyri, um sethúsaprísirnir í Havn halda sær á verandi støði.

[object Object]

Tað er týðiligt, at sethúsaprísirnir eru hækkaðir í tíðarskeiðnum 2006-2020, tá alt tíðarskeiðið verður tikið í einum (Mynd: Betri.fo)

 

Føroysk húskir hava lutfalsliga lítla skuld

Í greiningini hjá Betri Banka verður staðfest, at føroysku húskini eru væl fyri til at standa ímóti eini møguligari niðurgongd í búskapinum.

Skuldin hjá føroyskum bústaðareigarum er lutfalsliga lág, vísa tølini. Fyri heili 93% av bústaðarútlánunum í Betri Banka er galdandi, at lánsupphæddin er lægri enn 80% av virðinum á bústaðinum, ið er settur í veð fyri láninum. Bústaðarkundarnir hava sum heild eitt stórt frívirði í sínum bústaði, og tískil tola eina møguliga minking í húsaprísunum.

Hetta kemur heilt einfalt av, at vit hava havt góðar tíðir við vaksandi sethúsaprísum og lágum rentum seinastu mongu árini. Tí hava føroyingar havt møguleika at leggja pening til síðis og hava í dag eina lutfalsliga stóra nettoogn.

Summir føroyingar merkja tó heilt greitt eina niðurgongd í sínum privata búskapi í løtuni sum avleiðing av koronakreppuni, tí fleiri familjur eru raktar av væl lægri inntøkum í eina tíð.

Skuldin hjá føroyingum liggur somuleiðis á einum lágum støði, um vit samanbera okkum við okkara grannalond. Yvirskipað hava føroyingar tí ikki stóra skuld. Í mun til bruttotjóðarúrtøkuna er skuldin hjá føroyingum 55%, sum er væl lægri enn í londum, ið vit vanliga samanbera okkum við.

Tí staðfestir Jean Djurhuus, bankastjóri, eisini í fráboðan, at tey bera ongan ótta fyri fíggjarstøðuni hjá teirra kundum, um so er, at sethúsaprísirnir falla 5-10%. Fyri flestu sethúsakundar bankans er skuldin eisini lág í mun til inntøkur teirra.

[object Object]

Uppgerð frá greining hjá Betri Banka, ið vísir lutfallið millum skuld og BTÚ í Føroyum samanborin við tí nøkrum av grannalondum okkara (Mynd: Betri.fo)

 

Greining vísti møguleika fyri príshækking

Í februar mánað – áðrenn koronan rakti – gjørdi Betri Banki aðra greining av føroyska bústaðarmarknaðinum. Tá bleiv roknað út, at sonevnda bústaðarbyrðan er minkað seinnu árini.

Bústaðarbyrðan er roknað sum prosentparturin av inntøkuni eftir skatt hjá einum pari við tveimum børnum, sum fer til at fíggja ein bústað. Greiningin er gjørd við støði í miðal sethúsaprísum og miðal inntøkum í Føroyum.

Greiningin vísti, at beint áðrenn fíggjarkreppuna í 2008-2009 fór størri partur av inntøkuni til bústað enn í dag. Hetta framgongur av grafinum, sum vísir gongdina í bústaðarbyrðuni býtt á økir í landinum.

Heilt ítøkiliga vísir greiningin, at eitt húski í miðstaðarøkinum í 2019 í miðal brúkti 30% av inntøkuni eftir skatt til bústaðarútreiðslur, sum er 8 prosentstig lægri enn tey 38% húskið í miðal brúkti í 2009.

Fyri bólkin av størri bygdum og býum er bústaðarbyrðan minkað við 3 prosentstigum til 17% í mun til, tá hon toppaði á 20% í 2007. Sostatt hava hesi fólk sambært greiningini 4% meira eftir aftaná bústaðarútreiðslur.

Tað merkir eisini, at hóast sethúsaprísirnir hava verið støðugt hækkandi seinastu árini, fer minni partur av inntøkuni til bústað í dag. Umframt lága rentustøðið og vaksandi lønarinntøkur, so eru orsøkirnar eisini, at inntøkuskatturin sum heild er lækkaður, og at barnafrádráttirnir eru hækkaðir í flestu kommunum. Til samanberingar var bústaðarrentan 7,25% í 2008, og miðal lønarinntøkan var 273.000 krónur. Í dag er bústaðarrentan 2,95%, og miðal lønarinntøkan er 361.000 krónur.

Av hesi einføldu útrokning hjá Betri Banka av vaksandi keypiorkuni hjá húsaeigarunum kundi fáast ein ábending um, at húsaprísirnir kunnu økjast enn meira komandi árini.

Nógv er tó broytt síðani greiningina í februar, nú ein verulig búskaparkreppa hevur tikið seg upp bæði her heima og úti í heimi. Tískil er denturin í nýggjastu greining bankans eisini á, at kundarnir tola eina lækking í húsaprísunum – sum jú er meira sannlík nú.

[object Object] 

Bústaðarbyrðan býtt eftir prísøkjum, har prísøkið 1 er tað dýrasta økið. Myndin vísir, at tað er stórur munur á, hvussu nógv bústaðarbyrðan tyngir, alt eftir hvar í landinum ein býr (Mynd: Betri.fo)

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður