Kjak

Hvar bleiv innkomuvegurin til Havnina av?

Albert Isfeld, arkitektur

Albert Isfeld, arkitektur

2019-10-04 14:23 Author image
Albert Isfeld, arkitektur

Nú Eysturoyartunnilin verður opnaður fyri ferðslu komandi ár, t.e. í 2020, Sandoyartunnilin komandi og vit kunnu rokna við vaksandi ferðafólkatali, nýggj hotell verða bygd, og annars vaksandi fólkatali í Havn, kann roknast við nógv meiri og intensari ferðslu, sum skal trýstast gjøgnum miðbýin


Gongur tú ein túr í Hoyvíkshaganum, sært tú tríggjar betongbrúgvar eins og varðar yvir eina verkætlan, sum ongantíð bleiv liðug.

Hví hetta er so, skilja helst ongi havnafólk.

Her er talan um ein innkomuveg ella ein uttara ringveg, sum naggatódn er komin í.

Fyrst var talan um, hvør skuldi avgera, hvussu langt skuldi verða millum tilkoyringarnar til vegin, síðan hildu summi, at tunnil mátti gerast, onnur hildu ikki var neyðugt við tunnli, aftur onnur høvdu onkran ognarlut í klemmu, og vóru tí í sínari støðutakan bundin av hesum.

Kjakið um hetta koyrdi aftur og fram til ongin skilti nakað, og har er støðan nú. – Nakað soleiðis minnist eg gongdina.

Tað er Landsverk, sum umsitur henda vegin í Havnini, og Tórshavnar býráð hevur havt sínar viðmerkingar til vegin, og her hevur nakað av kjaki tikið seg upp um serliga tilkoyringar.

Vegurin liggur í Tórshavnar kommunu og kemur at liggja mitt í framtíðar býarplani og tí skal vegurin verða undir býarkervi býarins.

Vit vita øll, at tað er bráneyðugt við hesum uttara ringvegi at fordeila ferðsluna í býnum.

Vit síggja hvønn dag, hvussu ferðslan í Havn nærmast tippist á vegunum, og nú seinast er ein konstantur proppur frá miðbýnum í R.C. Effersøesgøtu frá SMS niðan til rundkoyringina og frá hesari eystur- og vestureftir, og hesin ferðsluproppur veksur alla tíðina til eitt giga forstoppilsi í býnum.

Vit síggja soleiðis, at tað er bráneyðugt at fáa gjørt uttara ringvegin beinanvegin og gloym alt um hasa tunnellina, tí hetta skal verða fordeilingsvegur hjá Havnini – havnarfólk dáma best at koyra undir opnum himli við góðum útsýni og reinum sinni.

Havnin veksur skjótt, og vit síggja, at randarhúsini nú ota seg uppat ætlaða uttara ringvegi – eru umleið 50-100 metrar frá hesum, og tað skal ikki nógv fantasi til at hugsa sær, at skjótt veksur býurin yvirum henda ringveg, og so er hesin blivin sambindingarvegur millum býlingarnar í útkantinum av Havnini.

Eg vil mæla til, at Tórshavnar Býráð beinanvegin tekur stig til at seta fulla gongd á innkomuvegin, ella uttara ringveg soleiðis:

1. Bera so í bandi, at uttari ringvegur verður býarvegur, ella sambindingarvegur í Havn og verður goldin av Havnini.

2. Planlegging av íbindingarvegum millum uttara ringvegin/sambindingarvegin og inn í Havnina.

3. Farast skal undir samráðingar millum Tórshavnar Býráð og Landsverk um at avtaka uttara ringveg/sambindingarveg sum landsveg, soleiðis fær Havnin fullan ræðisrætt á vegnum, og tjak um íbindingar v.m. verður ikki millum Landsverk og Havnina, og Landsverk vil spara hópin í viðlíkahaldi v.m. til henda veg, sum um stutta tíð kemur at liggja millum húsini í Havn.

4. Víðka býarskipanina samsvarandi omanfyri standandi, sí viðlagda kort.

Afturat hesum eigur nýggj veglinja aftaná á E (sí kort) at verða førd omanfyri byggingina við Villingardalsvegin og til Oyggjarvegin og á henda hátt verða Oyggjarvegurin og Marknagilsvegurin partur av ringvegakervinum.

Býurin má ómøguligt læsa seg inni av landsvegum.

Her verður púra óneyðugt við tunnli, og sparast kunnu tíggjutals milliónir í vegagerð og viðlíkahaldi, og koyrast kann undir opnum himli við góðum útsíni yvir býin – líka til høgrabeinið, sum man sigur í fótbolti.

At enda vil eg siga, at tær tríggjar brúgvarnar, sum standa úti á berajólum í dag, eru væl úr hondum greidd verkfrøðingaverk, kanska nakað av tí besta vit hava í Føroyum av betongkonstruktiónum, og hava uppiborið betri sømdir – hesar eru jú goldnar av skattgjaldarum, sum bert bíða eftir uttara ringvegi.

[object Object]

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður