Heimatíðindi

Í kjalarvørri víkinga

2020-07-28 10:25 Author image
Óli Olsen

Fyrst í mai mánaði 2016 setti stóra norska víkingaskipið “Drekin Haraldur Hárfagri” inn á Havnina ávegis til Íslands, Grønlands, Nýfundlands og Norðuramerika.

Prýðiliga farið er smíðað í Haugesund í Noregi, liðugt í 2012. Drekin er 35 metrar langur, 8 breiður, og pláss er fyri ikki færri enn 50 monnum við árarnar, 25 í hvørjum borði.

26. mai lá drekin við bryggju við Hvalsoyar kirkju í Eysturbygd í Suðurgrønlandi. Hvalsoyar kirkja er ein hin best varðveitta húsatoftin hjá norrønu niðursetufólkunum í Grønlandi.

Henda dagin hendi so tað, at tvey teirra, sum vóru við á ferðini, Sarah og Peder, gingu í hjúnalag saman í gomlu kirkjutoftini.

Tað sjáldsama í hesum sambandi er, at seinasta skrivliga heimildin um norðbúgvarnar í Grønlandi hevur uppruna sín úr júst hesi kirkjuni. Henda dagin – í september 1408 – giftust Sigrid Björndottir og Thorstein Olafsson. Síðan frættist einki lívstekin aftur, hvørki úr Eysturbygd ella Vesturbygd.

Hetta víkingaskipið er uppkallað eftir harðrenda norska konginum Haraldi Hárfagra (um 850 – 930). Smákongar, jallar og høvdingar stýrdu mongu norsku landspørtunum, men Haraldur Hárfagri vildi verða kongur yvir øllum Noregi. Í 872 var hann við yvirlutan í stórum sjóbardaga, og eftir hetta var hann kongur – ikki yvir øllum norðmonnum – men mongum teirra. Eftir deyða hansara datt landið sundur aftur.

Nú ólavsøka er í hondum, skal nevnast, at Ólavur Haraldsson (seinni Halgi), 995 – 1030, sigst vera oldurabbasonur Haralds Hárfagra. Faðir Ólavs nevndist Haraldur Grenski.

Ólavur Haraldsson fór ungur í víking, kom víða um og var í mangari orrustu. Sagt verður eitt nú, at hann var í Spania og sigldi inn í Miðjarðarhav. Sum frá leið tók hann við kristnari trúgv, og doyptur skuldi hann verða í Rouen í Normandínum.

Í 1015 var víkingatíðin um at vera av, og mæti víkingurin, Ólavur Haraldsson, kom heim til Noregs at krevja kongsvald. Kristindómurin var ikki ókendur í landinum. Ólavur Tryggvason, ið vit á kvøða um í kvæði um Ormin langa, hevði roynt at kristna fólkið serliga á Vesturlandinum, men mótstøðan hevði verið stór.

Eftir mong ár sum kongur mátti Ólavur rýma til Garðaríkis, Russlands. Á sumri 1030 var hann aftur í Noregi. 29. juli á middegi tók bardagi seg upp á Stiklastøðum, og fyri nón skuldi Ólavur Haraldsson falla.

At enda geva vit Hans Jacobi Debes, søgufrøðingi og professara, orðið:

“Frá einum søguligum sjónarmiði er tað greitt, at Ólavur gjørdist heilt annar maður í deyðanum enn í lívinum. Sum kongur var hann als ikki halgimenni; hann var víkingur og krígsmaður sum so mangur annar – eisini eftir, at hann hevði tikið við kristnari trúgv.”

[object Object]

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður