Heimatíðindi

Í starvsvenjing í Kenya: Vit gloyma hvussu gott vit hava tað

Helena Heðinsdóttir Jørgensen úr Sørvági lesur til námsfrøðing og er í løtuni í starvsvenjing í Kenya. – Vit vita slett ikki, hvussu gott vit hava tað har heima, sigur hon

Helena Heðinsdóttir Jørgensen úr Sørvági lesur til námsfrøðing og er í løtuni í starvsvenjing í Kenya. – Vit vita slett ikki, hvussu gott vit hava tað har heima, sigur hon

2020-02-21 14:49 Author image
Sveinur Tróndarson

– Eitt, sum eg havi funnið útav hesar tvær vikurnar eg havi verið her, er, at vit vita slett ikki, hvussu gott vit hava tað har heima.

Tað sigur 23 ára gamla Helena Heðinsdóttir Jørgensen úr Sørvági í telefonini úr Nakuru í Kenya.

Har hevur hon verið seinastu tvær vikurnar, og har skal hon vera tær næstu fýra við.

Hon hevur nevniliga valt at ferðast við flogfari teir umleið 8.600 kilometrarnar úr Vágum, umvegis Keypmannahavn og Amsterdam, til Nairobi, og so koyra teir seinastu hálvtannaðhundrað kilometrarnar upp aftur til Nakuru, har hon skal vera í starvsvenjing í seks vikur.

Tað er ein nógv øðrvísi uppliving at vera í starvsvenjing á einum barnagarðsskúla í Kenya enn at fáa starvsvenjingina í Føroyum ella her umvegir.

Ella, tað er tað í øllum førum lutvíst, tí sambært Helenu Heðinsdóttir Jørgensen eru fleiri líkheitir ímillum at ansa børnum í Kenya og í Føroyum.

– Tað er tað heilt vist. Kærleikin til børnini er tann sami, og tað snýr seg um, at børnini hava tað gott, sigur hon.

[object Object]

Havt ætlanina leingi
Tað er ikki bara sum at siga tað at fara alla ta longu leið til Kenya í starvsvenjing, tá man lesur til námsfrøðing í Føroyum.

Frástøðan er eitt, men tað krevur eisini sítt at fáa øll viðurskifti viðvíkjandi ferð, starvi og uppihaldi upp á pláss. Men fyri Helenu Heðinsdóttir Jørgensen var tað eitt gamalt ynski at sleppa í starvsvenjing hjá einum hjálparfelagsskapi í onkrum fjarskotnum landi.

Tað er ikki óvanligt, at næmingar á Námsfrøðideildini fara uttanlands í starvsvenjing, men tá liggur kósin kanska ikki altíð so langt suðureftir.

– Fleiri hava verið í Grønlandi í starvsvenjing, onnur hava eisini verið aðrastaðni og longri burturi. Faktiskt eggjar skúlin næmingum til at fara uttanlands í starvsvenjing, og tað var ein av orsøkunum til, at eg gjørdi av at fara hendavegin, sigur Helena Heðinsdóttir Jørgensen.

Tað var kortini ikki bara ein tanki, sum knappliga stakst uppá hana, tá hon gjørdi av at fara til Kenya.

– Eg havi havt áhuga fyri hjálpararbeiði í longri tíð, og kundi gott hugsað mær at roynt tað. Eg havi fylgt einum felagsskapi, sum hevur virkað her niðri, men tann felagsskapurin steðgaði, so tað bar ikki til. So kom eg fram á henda felagsskapin, New Life African International, sum hevur umleið 80 fólk í starvi, og sum hjálpir umleið 500 børnum her á leiðini. Og í samstarvi við Leif Madsen, sum saman við konuni, Susanne, hevur stovnað henda felagsskapin, fingu vit tey praktisku viðurskiftini uppá pláss, greiðir Helena Heðinsdóttir Jørgensen frá í telefonini.

Hjálpa breitt
Sjálvt um tað eru líkheitir millum tað, sum tey gera á stovninum í Nakuru og í Føroyum, so er stórur munur á gerandisdegnum.

Viðurskiftini har á leiðini eru ikki so góð, har eru nógv fátæk fólk, og tí er neyðug hjá slíkum felagsskapum at hjálpa til.

Á barnagarðsskúlanum, sum Helena Heðinsdóttir Jørgensen arbeiðir, ganga børn, sum hava ein heilt annan gerandisdag enn teirra føroysku javnaldrar.

– Børnini her hava nógv fleiri skyldur enn børn á teirra aldri í Føroyum hava, og tey spæla verri enn so líka nógv sum børn í Føroyum gera, greiðir hon frá.

Og so er tað í øllum førum ein stórur munur afturat.

– Her er tað ikki ein sjálvfylgja, at børn fáa bøkur og sleppa at ganga í skúla, og tí kemur tað væl við hjá teimum, sum búgva her, at tey hava henda møguleikan, sigur Helena Heðinsdóttir Jørgensen.
Men skúlin hjálpir ikki bara teimum børnunum, sum búgva hjá felagsskapinum. Skúlin hevur útvegað stuðlar til børn, sum búgva heima hjá foreldrunum, sum ikki hava ráð til at senda børnini í skúla. Tað er ein góð tænasta, sum felagsskapurin hevur stáplað upp á beinini, tí tað merkir, at fleiri børn sleppa í skúla.

Hvat er so tín leiklutur á stovninum?
– Fyrstu tíðina havi eg funnið meg til rættis her, og so byrjaði eg at fara inn har, sum tey høvdu brúk fyri mær og har sum eg kundi hjálpa til. Í dag havi eg spælt við dreingirnar. Tað gera teir ikki so ofta, tí teir hava so nógvar skyldur. Vit hava spælt Lego og teknað, og tað dámdi teimum ómetaliga væl. So væl, at teir gleða seg longu til næstuferð, sigur Helena Heðinsdóttir Jørgensen.

Sjálvboðin úr fleiri londum
Hjálpararbeiði hevur góða undirtøku millum nógv. Tí stuðla eisini rættiliga nógv hesum felagsskapinum, sum Leif og Susanne Madsen settu á stovn miðskeiðis í 90-unum. Í 1997 fluttu fyrstu sjey heimleysu dreingirnir inn í New Life Boys House, sum síðan er víðkað, so tað nú búgva umleið 57 deingir á heiminum. Teir eru í aldrinum 4-15 ár.

Í 2003 lat New Life Girls Home upp, og har búgva í dag 65 gentur.

Skúlin byrjaði í smáum, men er síðan vaksin munandi, og í 2005 fekk skúlin heimilid til at hava 8. floks-próvtøkur. Tað merkir, at næmingarnir, tá teir í dag eru lidnir, fáa eitt prógv við sær, og tað er stórt fyri teir umleið 550 næmingarnar, sum ganga á New Life Africa School.

Harumframt stuðlar felagsskapurin lesandi á øðrum lokalum skúlum, miðnámsskúlum, handaligum útbúgvingum og universitetum.

Í 2004 varnaðust Susanne og Leif Madsen, at tað var ein rættiliga stórur tørvur á einum kvinnuheimi, og í 2006 lat Tumaini Jipya-miðstøðin upp.

Tey bæði, sum stovnaðu felagsskapin, búðu fyrstu nógvu árini í Keyna, men eru síðan farin norðureftir aftur, og eru tí bara nakrar ferðir um árið í Kenya.

– Tey hava verið her fyri heilt kortum. Tey eru júst farin aftur til Danmark, har tey taka sær av teimum fyriskipanarligu viðursiftum, sigur Helena Heðinsdóttir Jørgensen.

Umframt hana eru fleiri onnur sjálvboðin, sum arbeiða fyri felagsskapin í Nakuru. Tilsamans eru tey 80 fólk, av teimum eru átta sjálvboðin. Umframt Helenu Heðinsdóttir Jørgensen er ein úr Australia, ein er úr Bretlandi og hini eru lokal.

[object Object]

Sera blíð og forvitin
Sjálvt um hon bara hevur verið í Kenya í tvær vikur, so hevur hon fest seg við, at hetta er eitt gott stað, sum hon er komin til.

Sambært hagtølum búgva slakar 48 milliónir fólk í Kenya, sum er 580.367 ferkilometrar til víddar. Tað vil siga, at Kenya er 415 ferðir størri enn Føroyar og fólkatalið er meira enn 900 ferðir so stórt sum her heima.

Búskarparliga er landið ikki so væl fyri, tí sambært hagtølunum var miðalinntøkan pr. borgara í Kenya 3.500 US dollarar um árið. Til samanberingar er tann føroyska miðalinntøkan fyri hvønn einstakan borgara umleið 40.000 US dollarar um árið. Tað vil siga, at inntøkan pr. borgara í Kenya er ein tíggjundapartur av okkara.

– So umstøðurnar her eru uppá nógvar mátar øgiliga nógv øðrvísi enn tær eru heima í Føroyum, men tað sæst sum so ikki á fólkunum her. Tí tey eru glað, vinalig og blíð. Tey eru ikki so von við at síggja hvít fólk her, so tá tey síggja meg siga tey “Mzungu”, sum merkir hvít fólk, greiðir Helena Heðinsdóttir Jørgensen frá.

Hon hevur eisini upplivað, at tey, sum hon er saman við kom yvir til hana og vilja sleppa at nerta við hana, tí hon sær øðrvísi út.

– Tey vilja sleppa at nerta við hárið og sleppa at taka í hondina og í armin á mær, sigur hon um hesa upplivingina.

Vit hava tað øgiliga gott
Spurningurin er so, hvat lærir man, tá man fer so langa leið og til eitt so nógv øðrvísi land í starvsvenjing.

Tann spurningin hevur Helena Heðinsdóttir Jørgensen longu sett sær, hóast hon bara hevur verið har í tvær vikur. Tí tað er greitt, at har er nógv sum festir seg, tá man kemur til eitt so nógv øðrvísi land.

– Tað er ein øgiligur munur. Vegirnir her eru eitt. Tá vit koyrdu hendavegin úr Nairobi, tá vóru vegirnir mangan vánaligir. So vánaligir, at teir mintu mest um vegin niðan á trøðna hjá abba, sigur hon og smáflennir.

Hinvegin hevur gleðin og blíðskapurin hjá fólkinum eisini fest seg væl.

– Ja, tey eru øgiliga glað og fegin um tað, sum tey hava og fáa. Eitt, sum eg havi fest meg við, er, at tey ganga ikki so høgt uppí, um klæðini eru ljósareyð ella blá. Tey eru fegin um, at tey ganga í klæðum, sigur hon.

Fyri hana var hetta eitt øgiliga stórt stig at taka, at fara teir 8.600 kilometrarnar til Kenya, men tað hevur givið henni eina sera stóra uppliving. Og eina fatan av, hvussu gott vit hava tað í Føroyum.

– Vit hava tað einastandandi gott heima í Føroyum, sum blomman í egginum, men eg haldi at vit mangan hava hug at gloyma akkurát, hvussu gott vit hava tað, sigur Helena Heðinsdóttir Jørgensen.

Hon er einsamøll avstað, men komin til Kenya hitti hon eina danska familju, sum skuldi sama veg sum hon, móti Nakuru. Tað var gott, greiðir hon frá.

– Hetta var eitt stórt stig. Eg fór einsamøll, og eg hugsaði nógv um, hvat eg fór at koma til, tí tað er so fremmant. Og tí var eg fegin um at sleppa í ferðalag við hesa donsku familjuna, sigur Helena Heðinsdóttir Jørgensen, sum kemur aftur til Føroya um fýra vikur.

 

[object Object]

 

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður