Heimatíðindi

Illveðrið kom óvart á meg

Camalui her avmyndað í havnini í Unst í Norðurhetlandi Mynd: Edmund Berg

Camalui her avmyndað í havnini í Unst í Norðurhetlandi Mynd: Edmund Berg

2020-05-19 09:40 Author image
Sveinur Tróndarson

- Hjá mær var eingin vandi og eg var ongantíð bangin. Gamaní vóru aldurnar høgar, men tað var ongantíð vandi á ferð.

Tað sigur Edmund Berg, sum fyrradagin var eftirlýstur við báti sínum, Camalui, sum hann gjørdi av at sigla heim úr Frederikshavn, har báturin hevur ligið seinasta árið. Hann legði leiðina yvir móti Haugesund, haðani hann fór seinasta mikudag.

Men tá eingin hevði hoyrt frá bátinum, sum eftir ætlan skuldi verið komin fram til Hetlands fríggjdagin 15. mai, varð leiting sett í verk sunnudagin. Millum annað stóð at lesa í netútgávuni hjá Haugesund Avis, at norska bjargingartænastan hjálpti bretsku bjargingartænastuni at leita, eftir bátinum, við einsamalla manninum.

[object Object]

Visti av ongum

Sjálvur av Edmund Berg púra óvitandi um hóvastákið, sum stóðst burturúr, at hann var farin avstað úr Haugesund.

- Tá eg fór vóru veðurvánirnar fyri leiðina hjá mær heilt góðar. Tað skuldi vera eitt sindur illfýsið, men tað skuldi vera rættiliga langt frá mínari kós. Tí ivaðist eg ikki í at fara, sigur Edmund Berg í telefonini úr Unst í Hetlandi.

Men veðrið versnaði, og tað endaði við, at aldurnar vóru níggju metrar høgar.

- Tá vindurin gjørdist so nógvur, gjørdist motorurin í bátinum ov lítil. Men framvegis var í mínum eygum eingin vandi á ferð. Tað einasta, sum eg í grundini var ivasamur um, var um brotini skuldu bróta rútarnar á bátinum, tí eg fekk nøkur brot. Men tað hendi tíbetur ikki, og tí var í veruleikanum eingin vandi á ferð, sigur Edmund Berg.

Báturin hevur tungan kjøl, sum stingur tveir metrar undir botnin, og tað ger, at hann tolir nógv aldu. Tí legði hann bátin upp í vindin og alduna, og soleiðis rak hann við veðrinum í út við tvey samdøgur.

Myndugleikarnir skriva, at teir høvdu mist sambandið við teg. Hevði tú ikki samband við land?

- Eg havi ein VHF í bátinum, men hann stendur niðri undir, og eg fór ikki frá róðrinum í stóru alduni. Og hjá mær var eingin vandi á ferð. Tí helt eg tað ikki vera neyðugt at boða frá, sigur Edmund Berg.

Rak 60 fjórðingar

Tá hann legði stilt, var hann umleið 40 fjórðingar úr landi, og tá hann byrjaði aftur at sigla, var hann 100 fjórðingar úr landi. Men hann gjørdi ikki annað enn at tendra motorin, og setti so kós móti Hetlandi. Men tað var hvørki norska ella bretska bjargingartænastan, sum fann hann. Hann sigldi sjálvur til lands, framvegis óvitandi um, at hann var eftirlýstur.

- Eg byrjaði aftur at sigla, og tað var ikki fyrr enn ein bátur frá einum supplyskipi kom yvir til mín fyri at vita, hvussu til stóð, at eg skilti, at eg var saknaður. Men her stóð væl til og eg helt fram til Unst, sum er lítil bygd norðarlaga í Hetlandi, og her havi eg so verið í hálvtannað samdøgur, sigur Edmund Berg.

Tá hann hevði lagt at í Unst fór hann á eitt lítið gistingarhús í bygdini, har hann fekk sær ein heitan bita áðrenn hann fór umborð aftur á bátin.

- Tað var gott, at fáa heitan mat eftir fleiri dagar á sjónum uttan, sigur Edmund Berg.

Men hví valdi hann at fara einsamallur?

- Tað gjørdi eg av ymsum orsøkum. Eg hevði ikki væntað annað enn, at veðrið fór at vera til vildar og eg hevði vónað at fáa ein stillan og róligan túr til Føroya. Og útlitini vóru eisini til tað, til veðrið broyttist. Og so er tað hetta við korona. Eg tímdi ikki at fara at fjasast við tað og tí gjørdi eg av at fara einsamallur, sigur Edmund Berg.

[object Object]

Verður heima hósdagin

Ert tú nóg royndur siglari til at fara um hav einsamallur?

- Sjálvt um eg ikki havi siglt so nógv, so havi eg siglt eitt sindur, og eg havi verið øgiliga varin, millum annað við seglunum. Eg havi bara havt tað fremsta seglið upp, og bara viðhvørt, tí tað kann eg skjótti hála innaftur. Tí ivaðist eg ongantíð í at fara, sigur Edmund Berg.

Og so er tað árstíðin eisini.

- Vit eru ein mánað frá stytsta degi, og tá er tað í øllum førum ikki so vanligt, at veðrið gerst vandamikið. Og einaferð afturat, tað søgdu veðurvánirnar heldur einki um, tá eg fór, men tað broyttist á leiðini, leggur hann afturat.

Báturin liggur nú við Baltasound Pier í Unst, og seinni í dag verður kósin sett móti Føroyum.

- Nú sær enntá út til, at eg fái undanvind á leiðini heim. Tað er fyrstu ferð á túrinum, so tað verður gott. Seinnapartin fari eg at bunkra og gera klárt til heimferðina, sum eg vænti verður still og friðarlig. Veðrið sær í øllum førum gott út. Ferðin tekur umleið 36 tímar, rokni eg við, og tá verður gott at koma heim, sigur hann.

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður