Ongi úrslit

20 byggiverkætlanir hjá Landsverki kostaðu minni enn mett var

Áki Bertholdsen
6 tímar síðan

Tað er ikki altíð, at tað gongur av skriðuni, tá ið Landsverk stendur fyri byggiverkætlanum.

Síðan Landsverk fekk ábyrgdina av almennum verkætlanum í 2001, hevur stovnurin staðið fyri yvir 500 verkætlanum, sum tilsamans hava kostað yvir átta milliardir.

Sirið Stenberg, tingkvinna fyri Tjóðveldi, hevur spurt landsstýrismannin, sum umsitur Landsverk, Jacob Vestergaard, hvussu støðan hevur verið við almennum verkætlanum síðan 2015 til í fjør.

Landsstýrismaðurin sigur, at síðan 2015 hevur Landsverk staðið fyri 55 verkætlanum.

Men harumframt eru 15 størri verkætlanir, sum byrjaðu áðrenn 2015, og sum sostatt ikki eru við í yvirlitinum: eitt nú stórar verkætlanir sum viðareiðistunnilin, Glasir og H-bygningurin í landssjúkrahúsinum.

Jacob vesergaard sigur, at 40 av teimum 55 verkætlanunum, sum farið er undir síðan 2015, eru nú lidnar.

Fámjinstunnilin kostaði yvir 10 prosent meira enn ásett, men hinar 39 verkætlanirnar hava eitt frávik, sum er minni enn fimm prosent.

Og av teimum 39 verkætlanunum vóru 20, sum vóru bíligari enn væntað: eitt nú dalstunnilin, Miðnám á Kambsdali og Mýran, fyri at nevna nakrar av teimum stóru verkætlanunum.

Mest lisið hesa vikuna

13 ára gamal koyrdi brandólógligt prutl - í Kvívík eru tey bæði hálvdeyv og fáa ikki sovið

14. august kl. 07:59

Ætla nú at keypa eykaskip til Suðuroyar afturat Smyrli

17. august kl. 09:55

Funnin deyður í Fuglafjørði, einki revsivert

15. august kl. 09:13

Myndir-Ovastevna

15. august kl. 17:33

Sløkkiliðið og løgregla til staðar í miðbýnum í Havn

17. august kl. 18:12

Á Vaglinum valdar ruðuleiki og ongin politisk kós

14. august kl. 10:53