Ongi úrslit

Fólkavøksturin tekur dik á seg: 55.505 fólk búgva nú í Føroyum

Fólkatalið vaks við 643 fólkum seinasta árið. Serliga nógv størri nettoflyting hevur aftur sett ferð á fólkavøksturin.

© Hagstova Føroya.
Tann 1. juli búðu 55.505 fólk í Føroyum. Tað eru 643 fleiri enn fyri einum ári, og fólkavøksturin var sostatt 1,2 prosent.
Edmund Jacobsen
Í gjár kl. 10:30

Tann 1. juli búðu 55.505 fólk í Føroyum. Tað eru 643 fleiri enn fyri einum ári, og fólkavøksturin var sostatt 1,2 prosent.

Vøksturin er meira enn tvífalt so stórur sum í undanfarnu tólv mánaðunum. Eftir góð tvey ár við lítlum vøkstri er árligi fólkavøksturin aftur komin upp um eitt prosent.

Nettoflytingin vaks úr 82 upp í 466 fólk

Størsta broytingin sæst í flytingini til og úr Føroyum. Nettoflytingin vaks úr 82 fólkum í undanfarna tólv mánaða skeiði upp í 466 fólk seinasta árið.

Tilflytingin vaks, samstundis sum fráflytingin minkaði.

Burðaravlopið var 177 fólk. 632 børn vórðu fødd, meðan 455 fólk doyðu. Samanlagt góvu burðaravlopið og nettoflytingin ein fólkavøkstur á 643 fólk.

Samansetingin av fólkavøkstrinum er eisini broytt. Fólk við og uttan bústaðartilknýti standa nú fyri hvør sínari helvt av vøkstrinum. Í undanfarna tíðarskeiði stóðu fólk uttan bústaðartilknýti bert fyri umleið einum fjórðingi.

Aftur fólk í Múla eftir góð tólv ár

Størsti parturin av fólkavøkstrinum seinasta árið var í Tórshavnar kommunu. Fólkatalið vaks eisini nógv í Runavíkar, Sjóvar, Klaksvíkar og Nes kommunum og í Eysturkommunu.

Hinvegin minkaði fólkatalið mest í Tvøroyrar kommunu. Størsta minkingin har var á Tvøroyri og í Ørðavíkslíð.

Ein serlig broyting sæst í Múla. Tvey fólk fluttu hagar í juni, og sambært Landsfólkayvirlitinum er hetta fyrstu ferð í góð tólv ár, at fólk aftur eru skrásett at búgva í bygdini.

Mest lisið hesa vikuna

13 ára gamal koyrdi brandólógligt prutl - í Kvívík eru tey bæði hálvdeyv og fáa ikki sovið

14. august kl. 07:59

Ætla nú at keypa eykaskip til Suðuroyar afturat Smyrli

17. august kl. 09:55

Funnin deyður í Fuglafjørði, einki revsivert

15. august kl. 09:13

Myndir-Ovastevna

15. august kl. 17:33

Sløkkiliðið og løgregla til staðar í miðbýnum í Havn

17. august kl. 18:12

Á Vaglinum valdar ruðuleiki og ongin politisk kós

14. august kl. 10:53