Ongi úrslit

Føroyar broytast: Nú eru fleiri enn 20.000 húski

Føroyar hava nú fleiri enn 20.000 húski. Samstundis er talið á húskjum við einum vaksnum vaksið nógv seinastu árini.

© Hagstova Føroya.
Fyrsta juli vóru 20.064 húski í Føroyum, 187 fleiri enn við ársbyrjan.
Edmund Jacobsen
Í gjár kl. 13:00

Fyrsta juli vóru 20.064 húski í Føroyum, 187 fleiri enn við ársbyrjan. Í sama tíðarskeiði vaks fólkatalið við 603 fólkum.

Størsti bólkurin er húski við einum fólki. Tey eru 5.579 í tali og svara til 28 prosent av øllum húskjum.

Næststørsti bólkurin er húski við tveimum vaksnum uttan børn. Tey eru 5.017 í tali og svara til umleið ein fjórðing av øllum húskjum. Samanlagt eru hesir báðir bólkarnir meira enn helvtin av øllum húskjum í Føroyum. Í tveimum triðingum av húskjunum búgva eingi børn.

Síðan 1. januar 2014 er talið á húskjum við einum vaksnum vaksið 39 prosent. Tað er lutfalsliga størsti vøksturin millum bólkarnar.

Mest lisið hesa vikuna

13 ára gamal koyrdi brandólógligt prutl - í Kvívík eru tey bæði hálvdeyv og fáa ikki sovið

14. august kl. 07:59

Ætla nú at keypa eykaskip til Suðuroyar afturat Smyrli

17. august kl. 09:55

Funnin deyður í Fuglafjørði, einki revsivert

15. august kl. 09:13

Myndir-Ovastevna

15. august kl. 17:33

Sløkkiliðið og løgregla til staðar í miðbýnum í Havn

17. august kl. 18:12

Á Vaglinum valdar ruðuleiki og ongin politisk kós

14. august kl. 10:53