Føroyskar fyritøkur eru millum tær mest nýskapandi í Norðurlondum. 61 prosent eru nýskapandi á ein ella annan hátt, og Føroyar eru sostatt á hædd við Svøríki og beint framman fyri Noreg og Finnland. Í Danmark eru 48 prosent av fyritøkunum nýskapandi. Hagtøl fyri Ísland fyri tíðarskeiðið 2022-2024 eru ikki tøk.
Myndin er tó ein onnur, tá ið hugt verður at nýskapan innan vørur og tænastur.
Føroyar aftast við vørum og tænastum
Bert 17 prosent av føroysku fyritøkunum eru nýskapandi, tá ið tað snýr seg um vørur og tænastur. Tað er lægsta lutfallið í Norðurlondum. Í Svøríki er lutfallið 33 prosent, í Noregi og Finnlandi 32 prosent og í Danmark 25 prosent.
Hinvegin eru helvtin av føroysku fyritøkunum nýskapandi, tá ið tað snýr seg um arbeiðsgongdir.
Kunningar- og samskiftisvinnan stendur serliga framúr. Har eru allar fyritøkurnar nýskapandi á ein ella annan hátt. Í alivinnuni er lutfallið 80 prosent, meðan helvtin av fyritøkunum í fiskiveiðu eru nýskapandi.
Minni varð lagt í nýskapan
Hóast høga nýskapanarstøðið eru íløgurnar minkaðar. Samlaðu íløgurnar í gransking, menning og nýskapan vóru 748 milliónir krónur í 2024. Tað eru 147 milliónir krónur minni enn í 2022.
Samstundis var nettosølan frá nýggjum ella munandi betraðum vørum og tænastum 323 milliónir krónur lægri enn í undanfarnu kanningini.