Nú ber aftur til at søkja um loyvi at skjóta grágás og brandgás.
Løgtingið hevur samtykt at leingja heimildina í § 17a í fuglaveiðulógini í fimm ár. Samstundis er skipanin víðkað, so hon nú eisini fevnir um brandgæs.
Tey, sum áður hava havt loyvi og vilja hava tað longt, skulu fylla út eitt nýtt umsóknarblað og senda tað til Búnaðarstovuna.
Bert ávís kunnu søkja
Bert festarar, eigarar og leigarar kunnu søkja um loyvi. Umsøkjarar skulu eisini hava vápnaprógv fyri at fáa loyvi at skjóta grágás og brandgás.
Búnaðarstovan heitir á umsøkjarar um at lesa leiðbeiningina um treytirnar fyri loyvinum, áðrenn søkt verður.