Granada í Spania hevur seinastu dagarnar verið rakt av einari røð av jarðskjálvtum.
Fleiri fólk eru løstaði, bygningar hava fingið skaða, og fleiri søgulig støð eru stongd.
Jarðskjálvtaaktiviteturin byrjaði 14. august og tók dik á seg 15. august, tá ein 5,0-stiga skjálvti rakti nær Alhendín. Skaði var gjørdur á bygningar og bilar.
18. august kom ein nýggjur og sterkur skjálvti, umleið 4,8 stig, nær Gójar. Fleiri skjálvtar fylgdu stutt eftir. Trý fólk fingu lættan skaða, harímillum eitt barn, sum varð flutt á sjúkrahús.
Umleið 600 fólk vórðu flutt úr bygningum, meðan skaðar vórðu kannaðir.
Alhambra
Partar av AlAlhambrasum er eitt søguligt slott, vóru tømdir og stongdir, og fleiri kirkjur og søgulig støð eru framvegis stongd vegna skaðar og trygdarkanningar.
Skjálvtarnir hildu fram í nátt. 19. august vórðu í minsta lagi seks nýggir skjálvtar skrásettir, fimm teirra merktir av íbúgvunum. Ein skjálvti upp á 3,4 stig var eisini máldur nær Ogíjares.
Meira enn 150 skjálvtar eru skrásettir síðani 14. august, og onnur uppgerð vísir yvir 400, tá eisini heilt smáir skjálvtar verða taldir við.
Serfrøðingar halda fram við at fylgja støðuni, meðan myndugleikarnir kanna skaðarnar.
Granada liggur í Betisku fjøllunum, einum av teimum jarðfrøðiliga virknu økjunum í Spania.
Alhambra kann nú lutvíst vitjast aftur, um ein er staddur í økinum.